Kl. 23:59. Fróðskaparsetur Føroya Tiltak

Skriva út

úrtak til Frændafund 10 "Rutur og røtur"

GG Freistin at lata úrtak inn er longd til 15. mai!

Dagarnar 16.-18. august 2019 verður  Frændafundur nr. 10 hildin í Tórshavn 

Granskingarsamstarvið millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands bjóðar øllum áhugaðum til ráðstevnu 16.-18. august 2019 við evninum ferðavinna/ferðafrøði sum høvuðsevni. Verkstovur verða eisini um onnur viðurskifti, sum viðvíkja sambandinum millum Føroyar og Ísland. Ráðstevnan verður hildin á Fróðskaparsetri Føroya (Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja, Tórshavn). Tey, sum hava áhuga fyri at halda ein fyrilestur um ferðavinnu ella eitthvørt annað evni, skulu senda eitt úrtak til Lenu Reinert innan 15. mai: lenar@setur.fo (250-400 orð). Hvør fyrilestur skal vera 30 minuttir, spurningar og umrøða íroknað. Fyrilestrarnir verða á føroyskum ella íslendskum, men til ber eisini at halda fyrilestur á hinum norðurlendsku málunum ella á enskum.

4 høvuðsfyrilestrar verða á ráðstevnuni, har høvuðsevnið er ferðavinna/ferðafrøði:

  • Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur, Jarðfeingi og Barbara Biskupstø Hansen, jarðfrøðingur, Jarðfeingi
  • Benedikt Hjartarson, Ph.d., professari í bókmentum í almennari bókmentafrøði, Háskóli Íslands
  • Katrin Anna Lund, Ph.d., professari í sosialantropologi  (Ferðamálafræði), Háskóli Íslands
  • Bergur Rønne Moberg, Ph.d., lektari í norðurlendskum bókmentum, Fróðskaparsetur Føroya
Tíðspunkt
týsdagur 14. mai, kl 23:59
Longd
Stað
Fróðskaparsetur Føroya