Um Setrið
Ein lærdur háskúli og granskingardepil
Fróðskaparsetur Føroya er okkara universitet og virkar sum sjálvstøðugur almennur stovnur, óheftur av politisku skipanini, har hetta er ásett í lógini.
Endamálið er í einum at menna granskingina og dygdina í undirvísingini, umframt at skapa karmar um nýskapandi undirvísing og útbúgving á Fróðskaparsetrinum.
Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn 20. mai 1965 við latínska heitinum Academia Færoensis. Tað vóru limirnir í Føroya Fróðskaparfelag, stovnað í 1952, sum tóku stig til at fáa eitt universitet, fróðskaparsetur, í Føroyum. Verulig akademisk útbúgving byrjaði í 1970 við heimsspeki og skeiði til "filosofikum", og farið varð undir akademiskan próvlestur í 1972.
Í 2008 vórðu Læraraskúlin, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og Fróðskaparsetur Føroya løgd saman í ein stovn undir navninum Fróðskaparsetur Føroya, tá løgtingið gjørdi av at umskipa tær fyrst nevndu útbúgvingarnar til akademiskar útbúgvingar.
Talan var tá um, at Løgtingslóg nr 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya varð sett í verk. Hendan varð aftur broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012.
Stovnurin er í høvuðsheitum alment fíggjaður, tvs. at stovnurin fær eina árliga játtan á løgtingsfíggjarlógini.
Seinnu árini eru fleiri eksternt fíggjaðar verkætlanir settar í verk. Her er talan um bæði ph.d. og aðrar granskingarverkætlanir, sum verða fíggjaðar av Granskingarráðnum, altjóða granskingargrunnum og eisini av øðrum almennum og privatum samstarvspørtum.
Aðalmálið hjá Fróðskaparsetrinum er burðardygg menning av føroyska samfelagnum.