Endamál
Gransking og undirvísing eru kjarnin
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum.
Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum er ásett í løgtingslóg, er at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. Tað ger setrið í ávísum úrvaldum granskingar- og undirvísingargreinum. Granskingin hevur til endamáls at menna vísindaliga stigið á Setrinum og í landinum.
Harumframt skal Fróðskaparsetrið fyrireika og halda tey prógv og tær royndir, sum eftir fyriskipan landsstýrisins eru løgd undir setrið.
Fróðskaparsetrið skipar sjálvt fyri virksemi sínum innan fyri teir karmar sum løgtingslógin um Fróðskaparsetrið frá 2008 setur. Virksemið á Setrinum speglar altíð samfelagslig áhugamál, og Setrið er altíð til reiðar at taka ímóti uppskotum frá myndugleikum og vinnu.
Aðalmálið hjá Fróðskaparsetrinum er burðardygg menning av føroyska samfelagnum.
Í 2014 var eitt strategiskjal kunngjørt, sum setir karmar og mál fyri menningina av Fróðskaparsetri Føroya 2014-2024.
Í 2020 varð strategiskjalið endurskoðað og dagført.
Lesið tað her.