Skriva út

Miðling

Ein týdningarmikil partur av arbeiðnum hjá vísindafólki er at miðla sína gransking. Fremsti føroyski pallurin til hetta er PURE-skipanin, har granskingarstovnar, granskarar og teirra útgávur og avrik annars verða savnað.

PURE-skipanin verður brúkt í mongum londum av universitetum og granskingarstovnum til at lýsa granskingaravrik, vísindalig fokusøki, samstørv o.a. Skipanin verður eisini brúkt til at savna og vísa millum annað hagtøl, útgávur, frágreiðingar og støðumetingar.

Fróðskaparsetrið, Landsbókasavnið og Granskingarráðið hava tikið stig til at seta føroysk PURE-skipanina í verk. Allir granskarar á Fróðskaparsetrinum og granskarar á fleiri øðrum granskingarstovnum í Føroyum eru nú skrásettir í skipanini. Ætlanin er at fáa allar granskingarstovnar í landinum at vera við í skipanini.

Atgongd til føroysku PURE-skipanina fæst í høgra bredda her á síðuni, har vit eisini hava leinki til nakrar eldri, styttri og almannaskilligar greinar, sum vísindafólk á Setrinum hava skrivað. Somuleiðis er leinki til greinar, sum lesandi á sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini skrivaðu, sum liður í undirvísingini, har lunnar eisini verða lagdir undir at megna at skriva styttri lætt skilligar greinar til almenningin.

Allar vísindagreinar í Fróðskaparriti og bøkur

Á heimasíðuni ojs.setur.fo hava øll - leik sum lærd - fría atgongd til vísindaligar greinar og bøkur, sum Fróðskaparrit hevur givið út.

Fróðskaparrit er árligt tíðarrit við vísindaligum tilfari úr og um Føroyar og føroysk viðurskifti. Greinar eru innan øll vísindalig øki, og skrivað verður bæði á føroyskum, enskum og donskum.