Føroyska haran og haruveiðan í Føroyum
Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur síðani 2012 gjørt kanningar um føroysku haruna.
Hann hevur m.a. gjørt skráseting av:
- hvussu nógvar harur árliga verða skotnar
- um litbroytingar hjá haruni ígjøgnum tíðina síðani hon kom til Føroya
- nær hon skiftir frá summarliti til vetrarlit
Í framtíðini eru eisini ætlanir at kanna, hvat haran etur, eins og at seta sendarar á nakrar livandi harur, fyri at kanna hvussu haran flytur seg.
Ein samandráttur av hesum kanningunum hjá Eyðfinni er nú savnaður í samanlagt 8 styttri filmsklippum um haruna og haruveiðuna í Føroyum. Vit fara komandi vikuna at leggja hesi á alnetið og leggja leinki til filmbrotini á heimasíðuna, fyrsti partur niðanfyri.
Partur 1
Partur 2
"Haruveiðan í Føroyum og hvussu hon er skipað"
Partur 3
"Haruveiðan í Føroyum – Hvussu nógv verður skotið og týdningurin av hesum"
Partur 4
Partur 5
"Hvussu leingi livir ein hara"
Partur 6
Partur 7
"Stovnsrøkt av føroyska harustovninum"