Skriva út

Sjónbond um Søgu- og samfelagsdeildina

Á Søgu- og samfelagssdeildini ber til at taka nógvar spennandi útbúgvingar á bachelor- og masterstigi. Lesið meira um útbúgvingarnar her.

Til ber at taka eina útbúgving bæði í Føroyum OG uttanlands. Sum lesandi á Fróðskaparsetri Føroya hevur tú møguleika fyri at taka ein part av tínum lestri á øðrum universiteti. Setrið viðmælir fólki at taka av hesum skiftismøguleikum. Spyr lestrarvegleiðararnar um júst tímar møguleikar. Altjóða Skrivstovan vegleiðir eisini og hjálpir til við tí praktiska í sambandi við skiftislestur til og frá Setrinum.

Gunnhild Hansen lesur Sosialvísindi og samfelagsplanlegging á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Her greiðir hon frá lestrinum, og hví hon valdi at lesa á Setrinum.

Turid Christophersen valdi at lesa søgu á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Her greiðir hon frá lestrinum, og hví hon valdi at lesa á Setrinum.

Samrøða við Ketty á Fríðriksmørk um masterlæru. 29. juni 2017


Rakul Beinirsdóttir Poulsen býr í Klaksvík og lesur løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Í samrøðuni, ið er gjørd úti í Grøv, greiðir hon frá sínum royndum á Setrinum og fyrimununum við at lesa løgfrøði í Føroyum, 2016.

Jónheðin Herason Tróndheim er útbúgvin bilmekanikari og tók HF-prógv. Hann arbeiddi í mong ár í fjølmiðlunum og hevur arbeitt í KT-heiminum í mong ár. Hann stovnaði familju og bygdi, men eftir tvey renningarlop uppgav hann ætlanina um eina hægri útbúgving. Fimmti ára gamli Jónheðin er íholdanin av hugtakinum 'lívslong læring': Hann tók fyrst bacehlor-útbúgving í stjórnmálafrøði á Setrinum og síðani master-útbúgvingina í løgfrøði, 2016.

Um útbúgvingina West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management, 2016

Ph.d. verjan hjá Hans Andriasi Sølvará 19. februar 2016. Fyrsti partur.

Ph.d. verjan hjá Hans Andriasi Sølvará 19. februar 2016. Annar partur