Skriva út

Bygnaður

Leiðsla, fyrisiting og deildir

Fróðskaparsetur Føroya er ein almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.

Lógin fyri Fróðskaparsetrið ásetir at: "Fróðskaparsetur Føroya verður stjórnað av einum stýri. Rektarin leiðir Fróðskaparsetur Føroya innan karmar, sum stýrið ásetur."

Leiðsla

Stýrið er evsti myndugleiki og hevur ábyrgdina av virksemi Setursins mótvegis landsstýrismanninum. Stýrið setir í starv og loysir úr starvi rektara, dekanar og fyrisitingarstjóra.

Martin Zachariasen varð settur í starv sum rektari 1. januar 2023.

Miðfyrisitingin er á Setursskrivstovuni, har Johan Ísak Suni Hansen er fyrisitingarstjóri.

Aftrat Setursskrivstovuni og Lestrarskrivstovuni eru fimm deildir á Setrinum undir leiðslu av dekani:

  • Bergur D. Hansen er dekanur á Føroyamálsdeildini
  • Erika Anne Hayfield er dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini
  • Jónrit Halling er virkandi dekanur á Náttúruvísindadeildini
  • Magni Mohr er dekanur á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi
  • Erla Olsen er dekanur á Námsvísindadeildini
Bygnaður yvirskipað (trýst á myndina)