Strategi 2030
Strategiætlanin fyri Fróðskaparsetur Føroya er endurskoðað og dagførd fyri tíðarskeiðið 2025-2030.
Her verða okkara nýggju skyldur og raðfestingar lýstar, og sohvørt vit røkka okkara felags málum, leggja vit aftrat góðu søguni um vøkstur og menning á okkara enn so unga Setrið. Og rudda slóð fyri meira vøkstri og menning í komandi tíðum.
Eitt sterkt Fróðskaparsetur kann betra um búfestið hjá ungum føroyingum.
Eisini kann Fróðskaparsetrið økja um arbeiðsmegina og granskingina á vitanartungum økjum, sum eru avgerandi fyri vøkstur og framburð í føroyska samfelagnum og fyri føroyska tjóðarbygging sum heild.
Tí hevur Fróðskaparsetrið átrokandi tørv á at skapa ein haldgóðan grundvøll undir framhaldandi vøkstri og menning – í tøttum samstarvi við viðkomandi áhugapartar og við støði í núverandi granskingar- og útbúgvingarvirksemi á Fróðskaparsetrinum.
Dagførda strategiætlanin lýsir fyrst grundvøll og missión hjá Fróðskaparsetri Føroya, t.e. høvuðuppgávuna hjá Fróðskaparsetrinum, bæði frá einum føroyskum og altjóða sjónarhorni.
Síðani verða strategisku súlurnar í strategiætlanini lýstar; hesar súlur umboða tey nýggju økini, sum Fróðskaparsetrið serliga vil menna komandi árini.
At enda verða tey ítøkiligu strategisku málini í strategiætlanini lýst nærri.