
Stýrislimir
Í stýrinum eru sjey limir. Landsstýrismaðurin velur fýra limir uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir limir, og tey lesandi velja ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er fýra ár, men fyri limin hjá teimum lesandi er skeiðið eitt ár.
Uttannhýsis stýrislimirnir skulu hava universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi og skulu tilsamans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu tilsamans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.
Stýrið er evsti myndugleiki hjá Fróðskaparsetrinum.
Stýrið skipar seg við formanni og næstformanni, sum skulu vera millum limirnar, sum landsstýrismaðurin hevur valt. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.
Stýrislimir frá 1. januar 2025 - 31. desember 2028
Uttanhýsis limir og varalimir eftir landsstýrismansins avgerð:
• Ólavur Ellefsen, stjóri í Flowcore (afturval), formaður
o Varalimur: Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri á Barnaverkætlanini
• Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, næstformaður
o Varalimur: Birita Wardum, býararkitektur í Tórshavnar Kommunu
• Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet (afturval)
o Varalimur: Elena D’Amelio, professari í miðlafrøði á universitetinum í San Marino og serfrøðingur í European Higher Education Area
• Elaine Munthe, dekanur á Kunnskabssenter for utdanning og professari í pedagogikki á universitetinum í Stavanger (afturval)
o Varalimur: Ragnheiður H. Magnúsardóttir, stjóri í Maggar í Íslandi og serfrøðingur í tøkni og íverksetan
Limir og varalimir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya:
• Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
o Varalimur: Sigurd Christiansen, adjunktur í evnafrøði, Náttúruvísindadeildin
• Sonja Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk í námsfrøði, Námsvísindadeildin
o Varalimur: Regin Djurhuus Hammer, ph.d.-vísindastarvsfólk í búskaparfrøði, Søgu og samfelagsdeildin.
• Harriet Felicia Reistad Dam, lesandi á Náttúruvísindadeildini
o Varalimur: Sigmund Zachariassen, lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini