Skriva út
Lestrarráð
Eftirlit við menningini av útbúgvingum Setursins
Við heimild í § 17 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya við seinni broytingum ásetur Stýrið felags reglugerð galdandi fyri øll lestrarráð á Fróðskaparsetri Føroya.
Lestrarráð skulu tryggja dygdina í útbúgving og undirvísing á Fróðskaparsetri Føroya og tryggja undirvísarum og lesandi ávirkan á innihaldið í undirvísingini.
Virkisøki og heimildir
Yvirskipaða uppgávan hjá lestrarráðnum er at hava eftirlit við, at útbúgving og undirvísing verða støðugt mentar.
Lestrarráðið hevur tí m.a. til uppgávu at:
- Virka fyri, at endamálið um granskingargrundaða útbúgving á altjóða stigi verður rokkið
- Viðmerkja útbúgvingarprofilar, námsskipanir og nýggjar ella nógv broyttar skeiðslýsingar
- Viðmerkja tilmæli frá útbúgvingarleiðara um korrigerandi átøk sum liður í eftirmeting av undirvísing og útbúgvingum.
- Góðkenna umsóknir um avriksflutning eftir tilmæli frá útbúgvingarleiðara og tryggja, at tær verða viðgjørdar á rættan hátt
- Stuðla undir átøk, sum menna útbúgving og undirvísing á Fróðskaparsetri Føroya
Skipan av lestrarráði
Eitt lestrarráð er fyri hvørja deild á Setrinum. Vísindastarvsfólk og lesandi hava eins nógv umboð í lestrarráðnum, og talið av limum er hetta:
- Føroyamálsdeildin: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi
- Námsvísindadeildin: 4 vísindastarvsfólk og 4 lesandi
- Náttúruvísindadeildin: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi
- Søgu- og samfelagsdeildin: 4 vísindastarvsfólk og 4 lesandi
- Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi
Les meira um lestrarráð í reglugerðini fyri lestrarráð og í mannagongdini fyri lestrarráðsvali.