Umboð teirra lesandi í stýrinum
Um val av lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya
Einaferð um árið, sum oftast í november, verður skipað fyri vali av umboð og varaumboð fyri lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya.
Ein valnevnd mannað við fyrisitingarstjóranum, einum lestrarskrivstovuumboði, og einum umboði fyri Ráð teirra lesandi skipar fyri valinum og kunnar um freistina fyri uppstilling.
Valið
Tey, ið ynskja at stilla upp til val, lata valnevndini váttan um uppstilling í seinasta lagi tvær vikur undan valinum. Hetta verður gjørt við at senda teldupost til fyrisitingarstjóran.
Tá vallistin er góðkendur, verður hann kunngjørdur. Samsýningin fyri stýrisarbeiðið er 2.000 kr. um mánaðin.
Umboð teirra lesandi í stýrinum kann krevja at fáa mál sett á fundarskránna, harumframt fær viðkomandi m.a. ávirkan á langtíðar virksemi og menning Setursins.
Fýra regluligir stýrisfundir eru um árið.
Elektronisk val
Valið verður skipað elektroniskt. Nærri kunning um, hvussu elektroniska valið fer fram, er at fáa, tá vallistin er klárur.
Hvør hevur valrætt?
Øll fulltíðarlesandi, sum eru innskrivað við Setrið tann fyrsta í mánaðinum, sum valið fer fram, hava valrætt og eru valbær.
Um stýrið
Stýrið er evsti myndugleiki Fróðskaparsetur Føroya og hevur ábyrgdina av virksemi stovnsins mótvegis landsstýrismanninum. Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar.
Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya eru sjey limir. Landsstýrismaðurin tilnevnir sjey stýrislimir og sjey varalimir fyri fýra ár í senn, tó so at studentaumboð verður tilnevnt fyri eitt ár í senn.
Fýra limir og fýra varalimir verða tilnevndir uttaneftir eftir landsstýrismansins avgerð. Tveir stýrislimir og tveir varalimir verða tilnevndir eftir tilmæli frá starvsfólkunum í føstum starvi á Fróðskaparsetri Føroya. Ein stýrislimur og ein varalimur verða tilnevndir eftir tilmæli frá teimum lesandi.
Mannagongd fyri val av lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya
Samsvarandi § 9 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya verður boðað frá, at mannagongdin fyri vali av lesandi sum umboð í stýrið verður henda:
- Lesandi verða vald fyri 1 ár. Einaferð um árið verður skipað fyri vali av lesandi. Valið verður skipað við lestrarársbyrjan og í seinasta lagi 15. oktober.
- Øll fulltíðarlesandi á Setrinum hava rætt til at velja eitt umboð í stýrið og eitt varaumboð.
- Øll fulltíðarlesandi, sum eru innskrivað við Setrið tann fyrsta í mánaðinum, sum valið fer fram, hava valrætt og eru valbær.
- Ein valnevnd, mannað við fyrisitingarstjóra, lestrarskrivstovuumboði og umboði fyri Ráð teirra lesandi, skipar valið eftir hesum leisti:
a. Rektarin ásetir valdagin eftir tilmæli frá valnevndini
b. Valnevndin tryggjar, at øll lesandi verða kunnað um møguleikan at stilla upp
c. Tey, ið ynskja at stilla upp til val, lata valnevndini váttan um uppstilling í seinasta lagi 2 vikur áðrenn valdagin.
d. Valnevndin góðkennir vallistan og kunnger hann á heimasíðu Setursins, og á sjónligum staði á deildum Setursins
e. Valið verður skipað elektroniskt
f. Valnevndin tryggjar, at øll valbær lesandi fáa møguleika at velja
g. Lesandi hava bert loyvi til at seta kross við eitt valevni á listanum
h. Valnevndin telur atkvøðurnar upp og kunnger valúrslitið. Valúrslitið verður kunngjørt seinast 3 yrkadagar eftir, at valið er avgreitt - Tann fyrst valdi verður stýrislimur og næst valdi varastýrislimur. Missur stýrislimur sítt valbæri í árinum, verður varastýrislimurin stýrislimur og 3. valdi stýrislimur
verður varastýrislimur. - 6. Ein og hvør valførur persónur kann kæra um hildið val. Kæran skal, innan 3 yrkadagar eftir at úrslitið er kunngjørt, verða latin valnevndini skrivliga. Valnevndin tekur saman við rektara støðu til kæruna innan 1 viku. Avgerð teirra er endalig.
Oktober 2016
Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya