Útbúgvingar á Setrinum
![](https://setur.cdn.fo/savn/8153/234805231_149011734045524_7761941989828439131_n-2.jpg?width=50&rmode=min&s=scm4N1jITRTN-EzP6zyj4t3M65k)
![](https://setur.cdn.fo/savn/8153/234805231_149011734045524_7761941989828439131_n-2.jpg?width=624&height=418.640625&rmode=crop&s=MVk4WGd6b3W31lfag7K2kMI3pXA)
Fróðskaparsetur Føroya er fremsti vitanardepilin í landinum og einasta universitetið í Føroyum.
Millum tær umleið 30 útbúgvingarnar, sum verða bodnar út, man eisini vera eitt gott tilboð til tín, sum vilt hava hægri útbúgving og góðar framtíðarmøguleikar.
Á okkara Setri eru umleið 1000 lesandi. Her valdar stórt altjóða útsýni, samstundis sum vit altíð miðvíst hava fyri eyga, hvussu vit kunnu nøkta tørvirnar í okkara egna samfelagi.
Kanningar vísa, at arbeiðsmarknaðurin tekur við opnum ørmum ímóti fólki, sum hava útbúgving frá Fróðskaparsetrinum, tí tey her fáa førleikar, sum verða eftirspurdir.
Útbúgvingarnar á Setrinum eru sjálvandi akademiskar, tað vil siga, at undirvísingin sambært lóg er granskingargrundað.
Til ber at lesa bæði á bachelor- og masterstigi á Setrinum.
Hevur tú áhuga í at útbúgva teg víðari eftir bachelorútbúgvingina, so kanst tú lesa víðari á Setrinum ella taka skiftisútbúgving á øðrum universitetum uttanlands.
Eisini ber til at lesa ph.d. eftir lokið masterprógv - ella t.d. at taka hjágreinir, stakskeið, umframt eftirútbúgving og ískoytisútbúgving.
Trýst á leinkini til vinstru fyri at fáa meira at vita um tær einstøku útbúgvingarnar, sum eru í boði á Setrinum.