Skriva út

Framhaldsskeið í sernámsfrøði

Lestrarárið 2024/2025 vera tvey framhaldsskeið í inkluderandi sernámsfrøði boðin út á Námsvísindadeildini. Talan er um eitt heystskeið Sosialkognitivt menningarórógv (adhd, autismuspektrumið, menningartarn) og eitt várskeið Co-teaching (sam-undirvísing) og undirvísingardifferentiering. Hvørt skeiðið telur 7,5 ECTS.

Skeiðið í Sosialkognitivt menningarórógv (adhd, autismuspektrumið, menningartarn) tekur støði í eini ástøðiligari tilgongd um formliga heilan sum mennist í samspæli við sosiala og relationella felagsskapin.  Ástøðiligi grundleisturin á skeiðnum, tekur sostatt støði í eini bio-psyko-sosialari vísindatilgongd. Við støði í hesum grundleisti verður gjøgnumgongd av stóru diagnsostisku bólkunum innan barna- og ungdómspsykiatriska økið við serligum atliti til autismu, ADHD/ADD og menningartarn. Fokus á skeiðnum er á, hvussu mann kann arbeiða við tílíkum avbjóðingum sernámsfrøðiliga í skúlahøpi við atliti at inkluderandi sernámsfrøði.

 

Skeiðið í Co-teaching (samundirvísing) og undirvísingardifferentiering  tekur støði í verkligu og ástøðiligu tilgongdini handan co-teaching (samundirvísing) og undirvísingardifferentiering sum partur av  inkluderandi sernámsfrøði.  Skeiðið hevur fokus á, hvussu mann ítøkiliga kann arbeiða við co-teaching og undirvísingardifferentiering og hvussu mann leggjur tilrættis, fremur og eftirmetir undirvísingina eftir hesum leistunum.

Tilmelding fer fram HER.

Undirvísingin fer fram á Námsvísindadeildini og verður áleið 3. hvønn hósdag. Avmarkað pláss er á skeiðnum og tey, ið hava staðið grundskeið í sernámsfrøði lestrarárið 2023/2024 hava fyrsta rætt til luttøku. Um pláss eru tøk er møguleiki hjá øðrum at luttaka. 

Um umsóknirnar eru fleiri enn pláss eru fyri, og tær standa javnt í førleikum, verða plássini tillutað eftir nær umsóknin kom inn.

Kostnaður fyri skeiðini: 22.500 Kr.

Luttakaratal: í mesta lagi 25 luttakarar

Fortreytir fyri luttøku: Lærara- ella námsfrøðingaútbúgving, ella onnur viðkomandi útbúgving á sama stigi, umframt minst 2 ára starvsroyndir í fólkaskúla ella miðnámsskúla

Umsóknarfreist: 1. juli 2024 

Um tú hevur spurningar ella ivamál, so ert tú vælkomin at venda tær til Fridu Poulsen, fridap@setur.fo 

 

Skeiðslýsingar

- Sosialkognitivt menningarórógv (adhd, autismuspektrumið, menningartarn) - 7,5 ECTS

- Co-teaching (samundirvísing) og undirvísingardifferentiering - 7,5 ECTS (kemur seinni)

Ársskeið í sernámsfrøði - boðið út lestrarárið 2023/2024