Skriva út

Menn tínar førleikar sum smíðlærari

Hevur tú hug at gerast smíðlærari, ella ert tú longu smíðlærari og ynskir at menna tínar førleikar?

Á Námsvísindadeildini verður, í samstarvi við Gøteborg Universitet, bjóðað stakskeið í smíð.

Skeiðið sum boðið verður út í smíð í heyst er triðja skeiðið av eftirútbúgving í smíð, sum tilsamans telur 30 ECTS. Skeiðið í heyst telur 5 ECTS. Endamálið er at lærarar, sum ikki hava smíð á linju, kunnu uppstiga seg, so tey hava førleika at undirvísa í smíð í fólkaskúlanum.

Á skeiðnum í heyst er ástøðiligur høvuðsdentur á kreativitet og fantasi, at sniðgeva tilgongdir, og leggja til rættis undirvísing út frá námsætlanini.

Verkstovurnar koma at snúgva seg um: at virka úr viði við knívi og skeri amboðum; metallarbeiði til íløt og smærri lutir; dekorativ samanseting av tilfari og annað tilfar, t.d. betong og glas.

Hesi stakskeiðini í smíð eru skipað soleiðis, at tey skulu órógva arbeiðið sum minst, og tí eru einans tvær vikur hvørja lestrarhálvu við undirvísing burturav á Námsvísindadeildini. Harumframt er lesnaður, sjálvstøðugt arbeiði og uppgávuloysing partur av skeiðnum.

Skeiðini eru grundað á námsætlanina í fólkaskúlanum fyri smíð.

Høvuðsundirvísarar verða Joakim Andersson og Peter Hasselskog frá Gøteborg Universitet. Báðir hava teir drúgvar royndum innan smíðundirvísing, og báðir hava granskingarførleika (phd) í júst smíðundirvísing. Harumframt verða aðrir undirvísarar. Teir koma í stóran mun úr Svøríki, men onkur føroyingur verður eisini millum undirvísararnar.

Ætlanin er at bjóða út seks stakskeið, hvørt á 5 ECTS. Skeiðini verða sett soleiðis saman, at tey at enda kunnu verða sett saman til eina linju sum smíðlærari.

Modul 1: Virkislærdur kunnleiki og verklig læring - Heyst 2023

Modul 2: Djúphugsan og læring í verki, forrmativ eftirmeting – Vár 2024

Umsóknarblað til 3. modul:  - at telgja, arbeiða við metall,  gera knívar og arbeiða við øðrum tilfari enn træ og metall  fæst HER.

 

Kostnaður fyri skeiðið: 7.500 Kr.

Fortreytir fyri luttøku: Lærara- ella námsfrøðingaútbúgving, ella onnur viðkomandi útbúgving á sama stigi, umframt starvsroyndir á námsfrøðiliga økinum (fólkaskúla, dagstovni, serstovni, miðnám v.m.)

Umsóknarfreist: 1. juli 2024 og umsóknir skulu sendast til umsokn@setur.fo