Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar
- lestrarárið 2024-2025
Komandi lestrarár kunnu námsfrøðingar at menna sínar førleikar at taka móti og vegleiða lesandi í starvslæru.
Skeiði er 10 ECTS-stig, og undirvíst verður umleið einaferð um mánaðin. Harumframt verður ein starvslæra, har ein lesandi frá námsfrøðingaútbúgvingini kemur í starvslæru.
Kostnaður fyri skeiðið er 15.000 kr.
Krøv fyri upptøku er, at tú hevur prógv sum námsfrøðingur og hevur tvey ára starvsroyndir á námsfrøðiliga økinum.
Um hetta er nakað fyri teg, so kanst tú søkja her.
Umsóknarblað og skeiðslýsingar eru at finna í kassunum til høgru.
Umsóknarfreistin er 11. oktober 2024.
Starvslæruvegleiðaraskeiðið byrjar í oktober 2024 og endar í juni 2025:
Vika: | Evnið: | Dato: | Tíð: |
43 |
Innleiðsla
| Fríggjadag 25. okt 2024 | 9.00 - 14.00 |
46 | Tann grundleggjandi relatiónsførleikin í vegleiðingini. Samskiftishættir | Fríggjadag 15. nov 2024 | 9.00 - 14.00 |
49 | Vegleiðingin – ástøðiliga tilgongdin.
| Fríggjadag 6. des 2024 | 9.00 - 14.00 |
5 | Tað etiska grundarlagi í eini starvslærulesandi/vegleiðara relatión – metingartilgongdin í vegleiðingin - cases | Fríggjadag 31. januar 2025 | 9.00 - 14.00 |
8 | Eftirmeting – ástøðiliga tilgongdin. | Fríggjadag 21. feb 2025 | 9.00 – 14.00 |
12 | Starvslæran í praksis: | Fríggjadag 21. mars 2025 | 9.00 - 14.00 |
14-19 | Starvslæra |
|
|
20 | Próvtøkufyrireiking | Fríggjadag 15. mai 2025 | 9.00 - 12.00 |
22 | Framløgur | Kemur seinni | Kemur seinni |
Um tú hevur spurningar um eftirútbúgvingina, so er tú vælkomin at venda tær til Anniku Antoniussen, annikaa@setur.fo ella Sigrid Vesturgarð, sigridv@setur.fo