Bachelorútbúgvingar hava ymisk heiti:
B.A. er bachelorheiti innan hugvísindi og er stytting fyri Bachelor of Arts.
B.S.Sc. er bachelorheiti í samfelagsvísindum og er stytting fyri Bachelor of Social Science.
B.Sc. er bachelorheiti innan náttúruvísindi og er stytting fyri Bachelor of Science.
B.Ed. er bachelorheiti innan námsvísindi, bæði lærara- og námsfrøðinga útbúgvingina, og er stytting fyri Bachelor of Education. Lesturin tekur tilsamans 4 ár og er skipaður í tveimum stigum Fyrst ein trý ára B.Ed. útbúgving, Bachelor of Education, síðani eitt fjóðra lestrarár, ið gevur yrkisførleika til lærara ella námsfrøðing.
Bachelorútbúgvingin er grundarlag undir at fara undir viðari lestur á M.A.-stigi.