Bachelor í búskapar- og virkisfrøði

Um útbúgvingina
Á bachelorútbúgvingini í búskapar- og virkisfrøði lærir tú at greina fløktar spurningar og avbjóðingar innan nærum øll samfelagsviðurskifti. Vit leggja dent á læruøki sum støddfrøði, búskap, búskaparliga hagtalsfrøði og kvantitativar arbeiðshættir.
Hvat kann eg arbeiða við?
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er, at tú hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Innihald
Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har tú fært hollar førleikar í búskaparfrøði, virkisfrøði umframt støddfrøði og hagfrøði. Tú fært til dømis innlit í ástøði og praksis um:
- Strategi
- Fíggjarmarknaðir
- Búskaparvøkstur
- Búskaparsveiggj
Á triðja ári fært tú við valfakum og lokariti møguleika at leggja serstakan dent á búskaparfrøðilig evni, sum til dømis búskaparfrøði um tilfeingisvinnur, ella virkisfrøðilig evni, sum til dømis Corporate Social Responsibility (CSR).
Skipan av útbúgvingini
Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur útbúgvingin støði í føroyska samfelagnum og teimum viðurskiftum, føroyskir borgarar, fyritøkur og myndugleikar liva undir.
- 1. og 2. lestrarár eru skipað við grundskeiðum í búskaparfrøðiligum og virkisfrøðiligum evnum umframt skeiðum í støddfrøði og hagfrøði.
- 3. lestrarár er skipað við vallærugreinum, kravdum skeiði í vísindaástøði umframt bacheloruppgávu.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin í búskapar- og virkisfrøði gevur tær nógvar starvsmøguleikar innan almenna fyrisiting og í privatum fyritøkum.
Tú kanst arbeiða innan fígging, greining, ráðgeving, politiskt arbeiði, gransking – ella øðrum økjum. Tað veldst alt um, hvat tú hevur áhuga fyri.
Framhaldandi útbúgving
Við útbúgvingini í búskaparfrøði og virkisfrøði ert tú væl ílatin til víðari lestur á kandidat- ella masterstigi.
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvørvi
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
B.Sc. í Búskaparfrøði og Virkisfrøði
Bachelor of Science in Economics and Business Management
- Lestrartíð 3 ár
- Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
- Tal á Lesandi Uml. 25
- ECTS 180
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at virka sjálvstøðugt sum búskaparfrøðingur/virkisfrøðingur ella fara undir víðari lestur á kandidat- ella masterstigi.
Próvtøkur
Próvtøkur eru í desember/januar og í juni.
Bygnaður
1. | 2. | 3. | 4. | 5. | 6. |
7,5 ECTS
| Sannlíkindarokning og Hagfrøði 7,5 ECTS
| 7,5 ECTS
| 7,5 ECTS
| Vallærugrein 10 ECTS
| Vísindafilosofi í búskaparfrøði 5 ECTS
|
7,5 ECTS | 7,5 ECTS | 7,5 ECTS | 7,5 ECTS | Vallærugrein 10 ECTS | Vallærugrein 10 ECTS |
7,5 ECTS | 7,5 ECTS | 7,5 ECTS | Virkisfígging Corporate 7,5 ECTS | Vallærugrein 10 ECTS | 15 ECTS |
7,5 ECTS | 7,5 ECTS | 7,5 ECTS | 7,5 ECTS |
|
|
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Johnny í Grótinum, útbúgvingarleiðara, johnnyg@setur.fo
Miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi