University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving

Bachelor í føroyskum- mál og bókmentir

Bachelor of Arts in Faroese Language and Literature
Føroyskt.jpg

Útbúgvingin

Føroyskt kann føra teg nógvar vegir – sum lærari, ritstjóri, miðlafólk, skribentur ella okkurt heilt annað. Tú lærir at arbeiða við máli, tekstum og bókmentum og fært førleikar, sum kunnu brúkast í bæði undirvísing, miðlum, fyrisiting og gransking.

Hví lesa føroyskt?

Á lestrinum í føroyskum fært tú kjarnukunnleika innan fyri mál, miðlar og bókmentir – bæði í samtíðar- og søguligum høpi.

Samstundis kanst tú fordjúpa teg í tí, tú heldur vera mest spennandi – t.d. í málnýtslu á sosialum miðlum, bókmentaligum lýsingum av samfelagnum, ella í greining av tekstum og samskifti, sum tú sjálv/ur velur.

Hvat kann eg arbeiða við?

Við eini kandidatútbúgving í føroyskum kanst tú til dømis arbeiða sum lærari í miðnámsskúla, á hægri lærustovni ella fólkaháskúla.

Tú kanst eisini gerast samskiftisráðgevi, ritstjóri, miðlafólk, bókmentafrøðingur, tekstasmiður, verkætlanarleiðari ella arbeiða við greining, strategi og mentan – bæði í almennum og privatum høpi.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv við í minsta lagi 5,8 í føroyskum eftir 7-talsstiganum ella 8 eftir 13-talsstiganum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Søk umvegis Vangan


Søk her

Innihald

Tann málsligi parturin er samansettur av málsøguligum og samtíðarligum skeiðum. Í tí søguliga partinum fært tú skeið í norrønum og málsøgu umframt skeið í tveimum norðurlandamálum við høvuðsdenti á málsøgu.

Í tí samtíðarliga partinum lærir tú um málbygnaðin í nútíðarføroyskum, t.e. ljóð- og formlæra og setninga- og merkingarfrøði.

Ein týðandi partur í hesi útbúgving er at sammeta føroyskt við onnur norðurlandamál, og tí lærir tú eisini um tey.

Í tí bókmentaliga partinum lærir tú um ymisk tíðarskeið í bókmentasøguni við at lesa eldri og yngri tekstir og at greina bókmentaligar tekstir við støði í vísindaligum háttaløgum og ástøðum. Tú fært innlit í hugsjónarlig rák, og hvussu hesi hava ávirkað føroyskar og norðurlendskar bókmentir, og tú ognar tær førleika at nýta hóskandi vísindalig hugtøk, tá tú skalt skriva ella tosa um bókmentir, antin søguliga ella samtíðarliga.

Umframt málsligar og bókmentaligar lærugreinir fært tú skeið í vísindaástøði og samskifti og fjølmiðlum.

Skipan av útbúgvingini

Bachelorútbúgvingin í føroyskum tekur trý ár; nøkur skeið eru kravd og nøkur kanst tú velja eftir egnum áhuga. Útbúgvingin endar við eini BA-ritgerð.

Tey kravdu skeiðini eru hesi

1. lestrarhálva er skipað við hesum kravdu skeiðum: Bókmentagreining I, Bókmentasøga I, Ljóð- og formlæra, Samskifti og fjølmiðlar og eitt norðurlendskt mál, sum deildin velur frá ferð til ferð. Hesi norðurlendsku málskeiðini eru 15 tímar hvørt.

2. lestrarhálva er skipað við hesum kravdu skeiðum: Norrønt, Málsøga, Bókmentagreining II og Bókmentasøga II.

3. lestrarhálva er skipað við hesum kravdu skeiðum: Vísindaástøði, Bókmentafrøði, Setninga- og merkingarfrøði, og eitt norðurlendskt mál.
Tá ið tey kravdu skeiðini eru lokin eftir triðju lestrarhálvu, fert tú undir tey valfríu skeiðini. Hetta er seinni partur av lestrinum, har tú velur skeið eftir egnum áhuga. Tann seinni parturin tekur eins og fyrri partur hálvtannað ár.

Framtíðarmøguleikar

BA í føroyskum gevur grundarlag fyri fjøltáttaðum og spennandi starvsmøguleikum, har góðir málsligir førleikar og hollur kunnleiki í føroyskum og til bókmentir eru neyðugir, eitt nú í miðlum, á forløgum, í fyrisiting, á granskingarstovnum og í undirvísing.

Framhaldandi útbúgving

Við BA-prógvi í føroyskum kanst tú søkja um upptøku á MA. Treytin er, at tú hevur minst 6,2 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 eftir 13-talsstiganum.

Lestrarlív

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.

Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvørvi

Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum. 

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

Bachelor í Føroyskum - mál og bókmentir

Bachelor of Arts in Faroese Language and Literature

  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Føroyamálsdeildin (FMD)
  • Tal á Lesandi 20
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Tú fært grundarlag til at skilja og arbeiða greinandi við føroyskum máli og bókmentum sum samskiftismiðli, teknskipan og mentanarbera.

Bygnaður

Vallærugreinir á BA verða undirvístar saman við MA. Hesi skeið eru ymisk frá hálvu til hálvu. Hesi skeið kunnu vera málslig, bókmentalig ella samanrenning av báðum, eitt nú Tvímæli,  Politiska skaldsøgan ella Týðingarfrøði - so at dømi eru nevnd.

 

1. lestrarhálva2. lestrarhálva3. lestrarhálva4. lestrarhálva5. lestrarhálva6. lestrarhálva
Bókmenta-greining I
5 ECTS
Norrønt
10 ECTS
Vísindaástøði
10 ECTS
  Vallærugreinir
10 ECTS
Ljóð- og formlæra
10 ECTS
Málsøga
8 ECTS
Bókmentafrøði
5 ECTS
   
Bókmentasøga I
10 ECTS
Bókmentasøga II
10 ECTS
Setninga- og merkingarfrøði
8 ECTS
Vallærugreinir
30 ECTS
Vallærugreinir
30 ECTS
 
Samskifti og fjølmiðlar
5 ECTS
Bókmenta-greining II
5 ECTS
Norðurlendsk mál*
2 ECTS
  BA-ritgerð
20 ECTS
Norðurlendsk mál*
2 ECTS
     
* Studenturin skal til samans taka 2 norðurlendsk mál, ið eru 2 ECTS hvørt. Deildin velur, hvørjum málum undirvíst verður í frá ferð til ferð.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Føroyamálsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðara, zakarish@setur.fo

Serkrav

Miðalpróvtal í føroyskum á A-stigi skal vera í minsta lagi 5,8 eftir 7-talsstiganum

tímatalvur várið 25 - BA fyrripartur

Tímatalva fyri 2. hálvu á fyrra parti av BA í føroyskum

2. hálva, BA frá 24