1129.24 - Bókmentasøga II


Skeiðsnummar
1129.24
Heiti
Bókmentasøga II
ECTS
10
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum) í føroyskum.
Endamál
At geva innlit í føroyska og norðurlendska bókmentasøgu frá 1876 til í dag og at greina føroyskar og norðurlendskar bókmentir frá 1876 til okkara dagar. Skeiðið miðar ímóti, at studenturin skal kunna seta tekstirnar inn í eitt hugmynda- og bókmentasøguligt høpi.
Innihald
Lisnar verða føroyskar og norðurlendskar bókmentir frá 1876 til í dag við høvuðsdenti á skaldsligar bókmentir. Somuleiðis verða lisnar bókmentasøguligar viðgerðir, ritgerðir og greinir um føroyskar og norðurlendskar bókmentir. Greinir um støðuna hjá bókmentum í samfelagnum í tíðarskeiðinum eru partur av lesnaðinum. Lesturin kann verða skipaður í tíðarrað, í tíðarskeið ella eftir søguligum vegamótum; hann kann miða seg eftir listfrøðiligum, hugmyndafrøðiligum, samfelagssøguligum ella politiskum og búskaparligum viðurskiftum. Lesturin kann eisini leggjast til rættis eftir temum og tekstsløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing, skrivligar innlatingar, formativ meting, sjálvlestur, bólkaarbeiði og orðaskifti. Í lestrarhálvuni skrivar studenturin 6 uppgávur, 2 síður hvør um úrvald evni fyri at læra at nýta frøðiheiti og orða seg greitt um bókmentasøgulig evni. Avrikini verða viðmerkt og rættað so hvørt.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at • lýsa bókmentasøguligar høvuðshendingar og høvuðsrák í tíðarskeiðinum við hóskandi frøðiheitum • greina bókmentatekstir og seta teir í søguligt høpi • lýsa og kjakast um sambandið millum ein ávísan tekst og tað føroyska, tað norðurlendska og altjóða útsýnið • lýsa bókmentir sum søguligt fyribrigdi, vísindi og lærugrein.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka. Tá lestrarhálvan endar, letur studenturin inn rættaðu uppgávurnar frá lestrarhálvuni og eina niður-støðu um bókmentir sum vísindi og lærugrein. Maks. 14 síður tvær vikur eftir at undirvísingin er lokin. Um uppgávurnar ikki verða skrivaðar: Munnlig roynd við hálvtíma fyrireiking. Endurpróvtøka: Munnlig roynd við hálvtíma fyrireiking.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan; er tøkur á Moodle.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir