1581.24 - Týðingarfrøði (BA)


Skeiðsnummar
1581.24
Heiti
Týðingarfrøði (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studenturin ognar sær innlit í týðingarfrøði ástøðiliga og søguliga umframt kritiska fatan av miðstøddum spurningum viðvíkjandi at týða til føroyskt. Høvuðsdentur verður lagdur á bókmentaliga týðing. Studenturin ognar sær eisini kunnleika um og fatan av serligum eyðkennum hjá føroyskari týðingarsøgu.
Innihald
Týðing er tann elsti tátturin av bæði bókmentafrøðiligari og málfrøðiligari gransking. Í dag ávirka talgildingin og altjóðagerðin støðuna hjá týðing og gera týðingarfrøði til eina av teimum skjótast vaksandi universitetsgreinunum í heimshøpi. Við tí í huga, at støðan og týdningurin hjá týðing í einum ørlítlum málsamfelagi er ein onnur enn í einum stórum málsamfelagi, verður farið í dýptina við eyðkennum hjá týðingarsøgu í Føroyum í 200 ár, serliga í nýggjari tíð. Týdningarmikil ástøðilig sjónarmið og høvuðsrák verða løgd fram viðgjørd og skoðað í mun til føroysk viðurskifti. Síðst men ikki minst verður arbeitt við spurningum viðvíkjandi at týða til føroyskt.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur, skrivligar venjingar í týðing og greining av týðingum út frá ástøðiligum sjónarmiðum, sum verða viðgjørd á skeiðinum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, er studenturin førur fyri at: Lesa ástøðiligar tekstir um týðing greinandi og kritiskt. Greiða frá høvuðsdrøgum í føroyskari týðingarsøgu. Greiða frá hugtøkum og høvuðssjónarmiðum í týðingarfrøði. Greina ein týddan tekst út frá hóskandi hugtøkum og ástøði.
Próvtøkuháttur
Heimauppgáva (2 vikur) um uppgivið evni
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
A complete bibliography will be available at the beginning of the course including among other texts chosen parts from: The Translation Studies Reader by Lawrence Venuti (ed.), Routledge, London 2021 (4th ed.).
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir