Bachelor í KT-verkfrøði

Útbúgvingin
Sum KT-verkfrøðingur ert tú við til at flyta mørk fyri, hvussu vit brúka tøkni, og at menna nýggjar hættir at handfara alt meira fløktar skipanir og vaksandi dátunøgdir í samfelagnum.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv við støddfrøði á B- ella A-stigi. Miðaltalið í nevndu lærugrein skal vera í minsta lagi 4 á B-stigi ella minst 2 á A-stigi eftir 7-talsstiganum. Hetta svarar til í minsta lagi 7 á B-stigi ella minst 6 á A-stigi eftir 13-talsstiganum.
Um miðalpróvtalið ikki er nóg høgt, ber til at søkja um upptøku gjøgnum kvotu 2, har aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi kunnu góðtakast eftir nærri meting. Góðir málførleikar í enskum, føroyskum (neyðugir) og skandinaviskum (ynskiligir).
Innihald
Høvuðsdenturin í útbúgvingini er á bygnað, nýtslu og forritan av KT-skipanum, t.d. tekniskum, fyrisitingarligum ella handilsligum telduskipanum.
Dentur verður lagdur á KT-evni, sum geva góðar vinnumøguleikar í føroyskari og altjóða KT-vinnu og samfelagsfyrisiting, t.d. web- og app-forritan, umframt dátuvísindi og tilgjørt vit (AI/TV). Nýttu forritanarmálini eru Python og Java, umframt onnur mál til web-skipanir (HTML/CSS/JavaScript/PHP/.NET MVC C#/SQL), og í dátuvísindum og tilgjørdum viti (R/Python).
Mesta undirvísingartilfarið er á enskum máli. Ein lærugrein (Fíggjarstýring) hevur danskt undirvísingartilfar, og ein lærugrein (Forritan til Android) er fjarlestur á enskum og svenskum máli frá Mittuniversitetinum (MIUN) í Svøríki.
Skipan av útbúgvingini
Í 3-ára bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði lærir tú um teldufrøði og forritan, stødd- og hagfrøði, algoritmur og dátubygnað, dátugrunnar og KT-skipanir, dátusamskifti gjøgnum føst og tráðleys net, internet og web-skipanir, dátuvísindi og tilgjørt vit (AI/TV)), forritanarverkfrøði og fíggjarstýring.
Útbúgvingin endar við eini bachelorritgerð.
Framtíðarmøguleikar
Sum KT-verkfrøðingur fært tú fjølbroyttar møguleikar at arbeiða við:
- KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu
- KT-rakstri og –trygd
- heimasíðuskipanum, spølum, lýsingum og appum
- undirvísing í KT, menning og rakstri av undirvísingaramboðum
- gransking og ráðgevandi verkfrøði, dátuinnsavning og -viðgerð, teldusimulering.
Framhaldandi útbúgving
M.Sc. útbúgving í KT-verkfrøði, Teldufrøði og líknandi økir.
Atgongd til M.Sc. í Dátuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya.
Atgongd til DTU-M.Sc.: Teldufrøði og Verkfrøði, Mannarættað Tilgjørt Vit, Samskiftistøknir og skipanar-design; og MIUN-Altjóða M.Sc. í Teldufrøði.
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvøri
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
Bachelor í KT-verkfrøði
Bachelor of Science in Software Engineering
- Lestrartíð 3 ár
- Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
- Tal á Lesandi Uml. 20
- ECTS 180
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleikar til eftir lokna útbúgving at virka sum KT-verkfrøðingar við førleikum í KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu, KT-rakstri og -trygd, heimasíðuskipanum, telduspølum, lýsingum, appum, undirvísing í KT, dátuinnsavning og -viðgerð, teldusimulering o.a.
Bygnaður
Árgangur 2023-26
1. lestrarhálva heyst ´23 | 2. lestrarhálva vár ´24 | 3. lestrarhálva heyst ´24 | 4. lestrarhálva vár ´25 | 5. lestrarhálva heyst ´25 | 6. lestrarhálva vár ´26 |
1. blokk | |||||
Innleiðing í
|
| Algoritmur og dátustrukturar
| Teldunetverk og dátu- samskifti | Fíggjarstýring 7,5 ECTS
| Dátuvísindi og hagfrøði við RStudio
|
Stýriskipanir
| Lin. algebra fyri KT-verkfrøðingar
| 7,5 ECTS
| Design-mynstur við Java
| Web-skipanir við ASP.NET Core/C#
|
|
2. blokk | |||||
Innleiðandi forritan við Python 7,5 ECTS | Objektrættað forritan við Java 1 7,5 ECTS | Forritanar- verkfrøði
| KT-trygd
| * Forritan til Android
| Bachelor- verkætlan (7,5 + 15) 22,5 ECTS |
Diskret
| Innleiðing til Web-skipanir
| Objektrættað forritan við Java 2 | KT-verkætlan
| Vitlíki
|
Árgangur 2024-27
1. lestrarhálva heyst ´24 | 2. lestrarhálva vár ´25 | 3. lestrarhálva heyst ´25 | 4. lestrarhálva vár ´26 | 5. lestrarhálva heyst ´26 | 6. lestrarhálva vár ´27 |
1. blokk | |||||
Innleiðing í
|
| Stýriskipanir
| Teldunetverk og dátu- samskifti | Fíggjarstýring
| Dátuvísindi og hagfrøði við RStudio
|
Algoritmur og dátustrukturar
| Lin. algebra fyri KT-verkfrøðingar
| 7,5 ECTS
| Design-mynstur við Java
| Web-skipanir við ASP.NET Core/C#
|
|
2. blokk | |||||
Innleiðandi forritan við Python 7,5 ECTS | Objektrættað forritan við Java 1 7,5 ECTS | Forritanar- verkfrøði
| KT-trygd
| * Forritan til Android
| Bachelor- verkætlan (7,5 + 15) 22,5 ECTS |
Diskret
| Innleiðing til Web-skipanir
| Objektrættað forritan við Java 2 | KT-verkætlan
| Vitlíki
|
Árgangur 2025-28
1. lestrarhálva heyst ´25 | 2. lestrarhálva vár ´26 | 3. lestrarhálva heyst ´26 | 4. lestrarhálva vár ´27 | 5. lestrarhálva heyst ´27 | 6. lestrarhálva vár ´28 |
1. blokk | |||||
Innleiðing í
|
| Stýriskipanir
| Teldunetverk og dátu- samskifti | Fíggjarstýring
| Dátuvísindi og hagfrøði við RStudio
|
| Lin. algebra fyri KT-verkfrøðingar
| 7,5 ECTS
| Design-mynstur við Java
| Web-skipanir við ASP.NET Core/C#
|
|
2. blokk | |||||
Innleiðandi forritan við Python 7,5 ECTS | Objektrættað forritan við Java 1 7,5 ECTS | Forritanar- verkfrøði
| KT-trygd
| * Forritan til Android
| Bachelor- verkætlan (7,5 + 15) 22,5 ECTS |
Algoritmur og dátustrukturar
| Innleiðing til Web-skipanir
| Objektrættað forritan við Java 2 | KT-verkætlan
| Vitlíki
|
Lærugreinar, tiknar á øðrum universitetum, kunnu eftir nærri meting í summum førum góðskrivast ístaðin fyri kravd skeið í útbúgvingini.
Gevið gætur: Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum, t.d. viðv. raðfylgju, skeiðsheitum og innihaldi í skeiðum.
* Skeið merkt við * eru fjarlestrarskeið frá Mittuniversitetinum.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Náttúruvísindadeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til útbúgvingarleiðaran, Hilmar Simonsen: hilmars@setur.fo
Støddfrøði á í minsta lagi B-stigi við miðaltalinum 4 eftir 7-talsstiganum.