5010.12 - Innleiðing í teldufrøði


Skeiðsnummar
5010.12
Heiti
Innleiðing í teldufrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsprógv við B-stig í støddfrøði
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva eina breiða innleiðing í nútímans teldufrøði (computer science) og evnir sum forritanarmál, stýriskipanir og teldubygnaður, algoritmur, forritanar verkfrøði (software engineering), netverk og databasur.
Innihald
Bite, logisk algebra, binerar og hexadecimalar talskipanir. Stýriskipanir og prosessir, teldubygnaður (CPU, RAM, buss), maskin koda og koyring av programmum. Client-server, teldunetverk og protokollir, OSI-modellið, internet (adressur, email, www), hardware og data goymslur (RAM, HD, CD, Tape). Algoritmur, leitingar og sorteringar. Forritanarmál (maskinu-, assembler- og há-stig mál), forritanar hættir, vanlig forritan: variablar, datatypur, datastrukturar, funktiónir og undirprogrammir. Frá kodu til maskin kodu (leksikal analysa, parsing, kodu generering). Menning av forritum, lívrásin hjá forritum, stig í menning av forritum (Analysa - design - íverkseting - testing). Modul, samband og samspæl, topp niður botn upp. Data strukturar: pointarar, array, listar, tráðir, stakkar, bíðirøðir, sjálvgjørdar datatypur. Fílstrukturar: sekvensrættaðir fílar, tekstfílar, index fílar. Databasur: relatiónsdatabasur, SQL.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og venjingar.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera førur fyri at: Vísa grundleggjandi kunnleika um: data umboðan, goyming og manipulatión; teldu arkitektur, maskinmál og stýriskipanir. Greiða frá algoritmukonseptinum. Greina problem og gera einfaldar algoritmur í ‘pseudo-kodu’. Greiða frá vanligum konseptum innan telduforritan.
Próvtøkuháttur
Skrivlig 4 tímar próvtøka við lærubók (uttan teldu).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Brookshear J. Glenn. Computer Science an overview, Addison-Wesley, nýggjasta útgáva.
Ábyrgd
Petur F. Zachariassen