5011.13 - Java fyri C++ forritarar, DT062G


Skeiðsnummar
5011.13
Heiti
Java fyri C++ forritarar, DT062G
ECTS
7,5
Fortreytir
Innleiðing í teldufrøði (7,5 ECTS), Innleiðandi forritan við C++ (7,5 ECTS), Objekt-grundað forritan við C++ (7,5 ECTS), Objektrættað forritan við C++ (7,5 ECTS)
Endamál
Skeiðið lýsir munir - ástøðiligar og praktiskar - ímillum C++ og Java, og miðar eftir eini smidligari yvirgongd til Java fyri C++ forritarar.
Innihald
Ástøðiligir og praktiskir munir ímillum Java og C++. - Menningar- og koyrings-umhvørvið í Java. - Amboð til íverkseting av skipanum, sum eru forritaðar í Java. - IO-umsiting, undantøk og serialisering. - Design av brúkaraflatum við hjálp av grafikki og Java-GUI. - Applettir, tráðir og klient-server forritan.
Læru- og undirvísingarhættir
Fjarlestur frá Mittuniversitetet, Svøríki: Java för C++ programmerare, DT062G
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: - kenna munir ímillum C++ og Java serliga viðv. syntaksi, arving og stýring av minni (memory allocation) - kunna skriva og brúka applets, - kunna brúka røðir av tráðum (multiple threads), - kunna brúka grafikkin í Java, - kunna brúka komponentar, layoutmanager og eventmanager í Java-GUI, - kunna forrita Java-skipanir sum samskifta yvir internet, og - kunna brúka IO-pakkan í Java til at arbeiða við fílum og fyri at serialisera objektir.
Próvtøkuháttur
Góðkendar innlatingar telja 3 ECTS, og ein roynd telur 4,5 ECTS, sum verður dømd eftir ECTS-skalanum til endaligt próvtal fyri skeiðið.
Lestrarlisti
Jan Skansholm, Java direkt med Swing, Studentlitteratur, seinasta útgáva. https://www.studentlitteratur.se/#6796-07 Næmingar kunna supplera svensku bókina við ensku bókini: Harvey M. Deitel and Paul J. Deitel, Java How to Program, Prentice Hall, Edition 8 or later (International Edition)
Ábyrgd
Hannes Gislason