5013.12 - Innleiðandi forritan við C++


Skeiðsnummar
5013.12
Heiti
Innleiðandi forritan við C++
ECTS
7,5
Fortreytir
Skeiðið: Innleiðing í teldufrøði (7,5 ECTS)
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva eina innleiðing í C++ og í forritan av einføldum forritum við C++.
Innihald
Grundleggjandi forritan. Sekvens, iteratión og val sum grundarlag fyri forritan av algoritmum. Datatypur og operatorar. Tú vilt brúka deilforrit, funktiónir og søvn (libraries) í C++ til skipan av forritum og til endurnýtslu av kotu: - einfaldar datatypur og innbygdir operatorar í C++ - sekvens, val og iteratión - strukturering av forritum - funktiónir og yvurlagring av funktiónum - parameturyvirføring við virðis- og referensuparametrum - brúk av klassa-templates í standardbókasavni fyri streingir og kollektiónir - klassar og objekt í standardbókasavni til inn- og útlesing av data - algoritmur til leitan og sortering
Læru- og undirvísingarhættir
Fjarlestur frá Mittuniversitetet, Svøríki
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: - forrita einføld C++-forrit grundaði á proceduru-forritanar háttin, - brúka innbyggdar hentleikar til iteratón og val, - brúka innbygdar typur og broytiligar operatorar, - eyðmerkja avmarkaði deil-forrit og gera tey um til funktiónir, - brúka parametrar til at yvirføra data ímillum ymisk program-modul, - brúka pseudokodu til at gera einføld deil-forrit, - gera einfaldar algoritmur, - kenna og kunna gera einfaldar algoritmur til leitan og sortering sum samsvara við templates í standardbókasavni, - brúka klassa-templates úr standardbókasavni til streingir og kollektiónir , - brúka ymiskar input/output-streams til inn- og útlesing av data
Próvtøkuháttur
Góðkendar innlatingar telja 3 ECTS, og ein góðkend roynd í teori telur 1.5 ECTS. Verkætlan telur 3 ECTS, og hon verður dømd eftir ECTS-skalanum til endaligt próvtal fyri skeiðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Lestrarlisti
C++ How to Program: Late Objects Version (How to Program (Deitel)) [Paperback] £56.99 Paul Deitel (Author), Harvey Deitel (Author) Paperback: 960 pages Publisher: Pearson; 7 edition (15 Oct 2010) Language: English ISBN-10: 0132484587 ISBN-13: 978-0132484589
Ábyrgd
Hannes Gislason