5021.14 - Hagfrøði fyri KT-verkfrøðingar


Skeiðsnummar
5021.14
Heiti
Hagfrøði fyri KT-verkfrøðingar
ECTS
7,5
Fortreytir
Støddfrøði B á miðnámsstigi
Endamál
At geva studentunum kunnleika um grundleggjandi hagfrøði, sannlíkindarokning og kanningarhættir til at útvega og greina hagtøl í KT-høpi og at geva studentunum førleikar til at nýta hagfrøðiliga forritanarmálið R.
Innihald
Sannlíkindi og stokastiskir variablar. Diskret býti, m.a. binomial- og poisson-býtið. Kontinuer býti, m.a. normalbýtið og eksponentialbýtið. Teldusimuleringar og Monte Carlo metodur. Stokastiskar prosessir og kø-skipanir. Hagfrøðilig lýsingartøl og grafar. Tilvildarlig sýnistøka og sýnisbýti. Punkt- og interval-estimatión. Hagfrøðilig modell og test av hypotesum. Korrelatión, regressión, t-test og chi-kvadrat test, styrki av testum (power), stór og smá sýni. Planlegging av kanningum, handfaring og viðgerð av mátingum til at royna og eftirmeta KT-skipanir. Grundevnini í forritanarmálinum R. Dataframes og hagfrøðilig modellering í R.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, venjingar og samráð.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera førur fyri at: • - kenna gundleggjandi hugtøk, sum hava við sannlíkindi, stokastiskar variablar og sannlíkindabýti at gera. - meta um, hvørjar hagfrøðiligar metodur kunnu koma upp á tal við einum ítøkiligum datasetti. • - brúka R til at fáa eitt datasett til høldar: lesa inn, rudda upp og skipa tað til hagfrøðiligar greiningar. • - fyriskipa teldusimuleringar til at meta um óvissur og tilvildarlig fyribrigdi í KT-høpi • - seta upp R-kommandoir til at gera hagfrøðiligar kanningar av KT skipanum • - tulka talvur og grafar, sum R prentar út, og gera relevantar niðurstøður.
Próvtøkuháttur
Dømingin byggir á hesar lutir: - tríggjar kravdar innlatingar (skulu góðkennast) - ein kravd stóruppgáva (telur 40%) - ein skrivlig próvtøka (telur 60% )
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
- Probability and Statistics for Computer Scientists, Michael Baron, 2ed, 2013, CRC Press. - R Cookbook, Paul Tector, 2011, O’REILLY.
Ábyrgd
Petur F. Zachariassen