University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving
Bachelor í listalistum arbeiði.jpg

Útbúgving

Listarligt arbeiði er ein skapandi útbúgving, har tú mennir tín listaliga samleika og arbeiðir sjálvstøðugt við tónleiki ella ritlist. Tú fært verkligar og ástøðiligar førleikar, sum verða brúktir í verkstovu og egnum arbeiði.

Hví lesa listaligt arbeiði?

Tí tú vilt skapa. Útbúgvingin gevur tær møguleika at arbeiða við tónleiki ella skrift, menna tínar eginleikar og hugsavna teg um títt egna listarliga mál. Tú lærir at hugsavna teg, arbeiða sjálvstøðugt og geva - og taka ímóti - skapandi kritikki.

Hvat kann eg arbeiða við?

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri sjálvstøðugum listaligum arbeiði sum annaðhvørt rithøvundur ella tónlistafólk, har tú í stóran mun myndar tína egnu yrkisleið.

Eisini eru nýskapan og hugflog eftirspurdir førleikar í miðlum, vinnuvirkjum og almennum stovnum – tað verði seg sum teksthøvundur, vinnuligt tónaskald ella í øðrum starvi í kreativu vinnunum.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv. Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Umframt hesar treytir er upptøka eisini treytað av, at egið arbeiði verður latið inn, sum staðfestir listaligan førleika innan annaðhvørt ritlist ella tónlist. Verður søkt um upptøku til ritlist, skulu fimm síður av egnum skrivligum avriki (prosa og/ella yrking/poesi) latast inn á føroyskum ella øðrum norðurlendskum máli. Verður søkt um upptøku til tónlist, skulu nótabløð av egnum tónleikaverki og/ella upptøkur uppá í mesta lagi fimm minuttir latast inn. Umsøkjarar skulu harumframt lata inn eina síðu, sum í stuttum lýsir teirra listaliga profil. Fyri hvørja leið metir ein upptøkunevnd við trimum limum um innkomna tilfarið.

Umsóknarfreist fyri kvotu 1 og kvotu 2 er 1. juni.

Til ber aftur at søkja hesa útbúgving 1. mars í 2026

Les meira um upptøku

Innihald

Evnisøkið er skapandi listaligt arbeiði. Verkliga verður dentur lagdur á arbeiði í verkstovum bæði innan ta listagrein, sum studenturin hevur valt, og millum ymsar listagreinir. Ástøðiliga verður dentur lagdur á vitan um list í fagurfrøðiligum og bókmenta- ella tónleikafrøðiligum høpi.

Á tónlistaleiðini verður undirvíst í tónalæru, harmoni, nótalæru, kompositión, útseting, tónleikatøkni og øðrum viðkomandi evnum. Á ritlistaleiðini verður undirvíst í at skriva prosa og yrking/poesi, í frásagnarhættum, neyvlesing og tekstasløgum, umframt í øðrum evnum, sum eru viðkomandi fyri skaldskapargreinina/slagið, ið studentarnir arbeiða við.

Egna arbeiðið gevur teimum lesandi høvi at menna ein sjálvstøðugan listaligan samleika. Bólka- og einstaklingaundirvísing eru karmur um greining og kjak av verkum hjá teimum lesandi. Sum lesandi mennir tú eginleikan at fyrihalda teg kritiskt til egið listaligt virki og at geva øðrum grundaðan kritikk.

Ástøðiligi parturin fevnir um fyrilestrar og námsskeið í fagurfrøði, bókmentasøgu, bókmentafrøði, tónleikasøgu og tónleikafrøði. Sum lesandi fært tú innlit í siðsøguna, sum myndar tína yrkisgrein, og lærir um ástøði, sum geva tær førleika at greina list úr skiftandi sjónarhornum.

Endaliga verkætlanin og ritgerðin eru ætlaðar sum høvuðsinnihald í eini avriksmappu, sum skjalprógvar listaliga førleikan hjá tí lesandi mótvegis framtíðar arbeiðsgevarum og útbúgvingarstovnum. Úrslitið av verkætlanini er egið tónleika- ella bókmentaverk, meðan ritgerðin viðger verkið og skapanargongdina úr einum ástøðiligum sjónarhorni. Í báðum førum verður sjálvstøðuga arbeiðið vegleitt av viðkomandi undirvísara.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin tekur trý ár og er sett saman av skeiðum, har tey lesandi partvís fylgja einum føstum pensum og partvís arbeiða við egnum verkum. Áherðsla verður løgd á grundleggjandi vitan um list og listaligt arbeiði bæði ástøðiliga og verkliga. Frá byrjan verður arbeitt stigvíst við at menna førleikarnar at brúka ástøðiliga vitan í sjálvstøðugum listaligum arbeiði.

Tað eyðkennir útbúgvingina, at ástøði og verkligar royndir hanga saman. Í verkliga partinum verður lagt upp til verkætlanir, sum ganga tvørtur um hevdbundin mørk millum listagreinir. Tey, ið fáast við bæði ritlist og tónlist, hava møguleika at fylgja undirvísingini á báðum leiðum.

Fyrsta lestrarhálva er skipað í trý skeið, har av tvey umboða verkliga partin av útbúgvingini, og eitt umboðar ástøðiliga partin. Helvtin av verkligu undirvísingini fer fram í verkstovum, sum hava til endamáls at menna fakligu førleikarnar hjá teimum lesandi. Hin helvtin er egið arbeiði, har dentur verður lagdur á sjálvstøðuga skapanargongd. Eitt felagsskeið um almenna fagurfrøði myndar ástøðiliga triðingin av lestrarhálvuni.

Onnur og triðja lestrarhálva eru skipaðar eftir sama grundleggjandi leisti. Í verkstovunum verða nýggir arbeiðshættir royndir og viðgjørdir, meðan egna arbeiðið er beinleiðis framhald av arbeiðinum frá fyrstu lestrarhálvu. Í ástøðiliga partinum verða felagsskeið og serlig skeið fyri báðar leiðirnar.

Fjórða lestrarhálvan víkir frá fyrru lestrarhálvunum við tað, at listaliga arbeiðið í størri mun er grundað á listaligt samstarv millum studentarnar. Í staðin fyri verkstovur og egið arbeiði kemur eitt skeið í listaligum arbeiði, har studentarnir fáa eina felags uppgávu at loysa. Í ritlist fáa studentarnir til uppgávu at gera eitt tekstasavn við egnum tekstum. Í tónlist fáa studentarnir til uppgávu at gera eina tónleikaútgávu við egnum tónleikaverkum.

Fimtu lestrarhálvuna er møguligt at vera skiftislesandi á einum av útbúgvingarstovnunum uttanlands, sum útbúgvingin í listaligum arbeiði hevur avtalu við. Eisini er møguligt at fara í starvslæru í Føroyum ella uttanlands.

Sættu og seinastu lestrarhálvuna gera studentarnir endaliga verkætlan og ritgerð. Tveir triðingar av tíðini verða nýttir til endaligu verkætlanina, sum er eitt egið ritlista- ella tónlistaverk. Restin av tíðini er sett av til ritgerð, sum er knýtt at endaligu verkætlanini.

 

Framtíðarmøguleikar

Prógvið gevur grundarlag fyri sjálvstøðugum listaligum arbeiði sum annaðhvørt rithøvundur ella tónlistafólk, har ein í stóran mun myndar sína egnu yrkisleið.

Harumframt gevur útbúgvingin umsetiligar førleikar, ið eru hentir í miðlum, vinnuvirkjum og almennum stovnum, har nýskapan og hugflog eru eftirspurdir førleikar – tað verði seg sum teksthøvundur, vinnuligt tónaskald ella í øðrum starvi í kreativu vinnunum.

Framhaldandi útbúgving

Eftir lokna útbúgving ber til at søkja inn á annan lærdan háskúla ella tónlistaskúla at fáa MA-prógv. Neyðugt er at kanna upptøkutreytir í hvørjum føri, tí útbúgvingarstovnar hava ymiskar reglur.

Lestrarlív

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.

Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvørvi

Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum. 

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

Bachelor í listaligum arbeiði

BA in Creative Arts

  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Føroyamálsdeildin (FMD)
  • Tal á Lesandi Uml. 15
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Studenturin ognar sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egna skapanargongd.

Bygnaður

Útbúgvingin er 2/3 verklig og 1/3 ástøðilig og er býtt í tvær listaligar leiðir, ritlist og tónlist. Ein partur av námsevnunum er felags evni, og ein partur er treytaður av listaligu leiðini, sum studenturin velur.

1. lestrarhálva

2. lestrarhálva

3. lestrarhálva

4. lestrarhálva

5. lestrarhálva

6. lestrarhálva

Verkstova I

10 ECTS

Verkstova II

10 ECTS

Verkstova III

10 ECTS

Listaligt

arbeiði

20 ECTS

 

Skiftislestur/starvslæra

30 ECTS

Endalig verkætlan

20 ECTS

Egið arbeiði I

10 ECTS

Egið arbeiði II

10 ECTS

Egið arbeiði III

10 ECTS

   

Listaástøði I

10 ECTS

Listaástøði II

10 ECTS

Listaástøði III

10 ECTS

Listaástøði IV

10 ECTS

 

Ritgerð

10 ECTS

 

 

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Føroyamálsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at skriva til list@setur.fo

Serkrav

Umframt gymnasialt miðnámsprógv er upptøka eisini treytað av, at egið arbeiði verður latið inn, sum staðfestir listaligan førleika innan annaðhvørt ritlist ella tónlist. Verður søkt um upptøku til ritlist, skulu fimm síður av egnum skrivligum avriki (prosa og/ella yrking/poesi) latast inn á føroyskum ella øðrum norðurlendskum máli. Verður søkt um upptøku til tónlist, skulu nótabløð av egnum tónleikaverki og/ella upptøkur uppá í mesta lagi fimm minuttir latast inn. Umsøkjarar skulu harumframt lata inn eina síðu, sum í stuttum lýsir teirra listaliga profil. Fyri hvørja leið metir ein upptøkunevnd við trimum limum um innkomna tilfarið.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum