1659.21 - Verkstova I – Tónlist 2021


Skeiðsnummar
1659.21
Heiti
Verkstova I – Tónlist 2021
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivað/ur til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studentarnir ogna sær grundleggjandi vitan um ástøðiligar hugsanir og arbeiðshættir innan tónasmíð/sangskriving og læra at brúka vitanina verkliga.
Innihald
Undirvíst verður eitt nú í nótalæru, ljómfrøði, ljóðfalli og øðrum evnum, sum eru viðkomandi fyri tónleikagreinirnar, ið studentarnir arbeiða innan. Dentur verður bæði lagdur á at greina viðkomandi tónleikaástøði og at meistra tey í verki
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum verkstovuundirvísing við venjingum, kjaki, fyrilestrum og framløgum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: - greiða frá grundleggjandi ástøðiligum hugsanum og arbeiðshættum innan tónasmíð/sangskriving - kritiskt viðgera hesi - sýna dømi um hesi í verki og meta um tey
Próvtøkuháttur
Samansett. Bundin heimauppgáva + munnlig framløga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen