1660.21 - Egið arbeiði I - Tónlist Heyst 2021


Skeiðsnummar
1660.21
Heiti
Egið arbeiði I - Tónlist Heyst 2021
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivað/ur til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Skeiðið hevur til endamáls at menna sjálvstøðugt tónasmíð og evnini at varnast, hvussu avgerðirnar, ein tekur sum tónaskald, treyta listaligu eginleikarnar hjá verkunum, sum spyrjast burturúr.
Innihald
Arbeitt verður við egnum verkum, sum studentarnir tónseta í sambandi við skeiðið. Høvuðsdenturin verður lagdur á at neyvlurta og greina verkini við atliti at, hvussu kompositión og útseting samsvara við listaligu ætlanina hjá studentinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum meistaralæra (masterclass), har egna arbeiðið hjá studentunum verður viðgjørt og ment gjøgnum greinandi samrøður í bólkum og einsæris samrøður.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - greiða frá egnari arbeiðsgongd - viðgera egið tónasmíð við atliti at stíli og tónleikagrein - meta um listaligar styrkir og veikleikar í egnum verkum
Próvtøkuháttur
Samansett. Sjálvvalt egið verk + munnlig framløga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Jens Dam Ziska