1661.21 - Egið arbeiði 1 Ritlist Heyst 2021


Skeiðsnummar
1661.21
Heiti
Egið arbeiði 1 Ritlist Heyst 2021
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er at studenturin er innskrivað/ur til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at menna sjálvstøðugt skrivingarlag, at styrkja arbeiðið við egnari ritlist, og veita studentinum kritiskan førleika til at varnast, hvussu formligar og innihaldsligar avgerðir ávirka tekstir listaliga.
Innihald
Arbeitt verður við egnum tekstum, sum studentarnir skriva og lata inn í sambandi við skeiðið. Umvegis samrøður, neyvlesing og kritikk arbeiða studentarnir við at greina og menna egna ritlist og skrivistíl. Dentur verður lagdur á at fara í dýpdina við tekstunum við tí fyri eyga, at studentarnir finna sína egnu, eyðkendu rødd í skrivingini.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum meistaralæra (masterclass), har egna arbeiðið hjá studentunum verður viðgjørt og ment gjøgnum kritiskar samrøður í bólki og einsæris. Afturat egnum tekstum hjá studentunum verður annað tilfar lisið, sum skal virka sum íblástur til skriviarbeiðið hjá studentunum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - greiða frá egnari arbeiðsgongd - viðgera egnan skrivihátt við atliti at stíli og tekstslagi - meta um listaligar styrkir og veikleikar í egnum tekstum
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka. Munnlig próvtøka við støði í avriksmappu, sum verður latin inn áðrenn próvtøkuna(10 síður).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan. Tilfarið skal í vavi samsvara við tær ásetingar, sum eru fyri skeið á BA-stigi á Føroyamálsdeildini. Aftrat lestrarlistanum, gera studentarnir hvør sær sín egna sjálvlestrarlista, sum samhóskar við og avbjóðar teirra egna tekstliga arbeiði.
Ábyrgd
Jens Dam Ziska