1683.23 - Avantgarde í teori og praksis


Skeiðsnummar
1683.23
Heiti
Avantgarde í teori og praksis
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsprógv ella samsvarandi.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva eina innleiðslu í europeiska avantgarde í 20. øld (og frameftir). Skeiðið byggir bæði á ástøði og verkligt arbeiði, og ymiskar tvørfakligar og eksperimenterandi tilgongdir til estetisk úttrykk verða kannaðar. Studentarnir fáa vitan um lyklahugtøk og ástøði innan avantgarde skilt sum ein søgulig røð av tíðarskeiðum, umframt sum praksis, við serligum denti á mentanarsøguna hjá avantagarde í Norðurlondum.
Innihald
Studentarnir lesa eitt úrval av ástøðiligum tekstum og upprunatekstum, sum hava havt avgerandi leiklut í søguligu fatanini av avantgarde í 20. øld. Aftrat altjóða kendum nøvnum innan avantgarde verða bæði søgulig og samtíðarlig verk eftir norðurlendsk listafólk og granskarar tikin við í undirvísingina. Gjøgnum skapandi venjingar verður arbeitt tvørtur um lærugreinir og sjangrur, og framløgur og kjak um verkini, sum studentarnir skapa, verða ein natúrligur partur av undirvísingini. Ígjøgnum fyrilestrar, verkstovur, tekstlesingar, listaverk og kjak læra studentarnir at skilja strategiir innan avantgarde og at menna egna hugsan um viðkomandi rák og tíðarskeið fyri at styrkja eitt listaligt tilvit, sum kann umsetast til praksis.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður savnað saman í 3-4 styttri tíðarskeið yvir lestrarhálvuna við 4 tíma undirvísing hvørja ferð. Neyðuga fyrireikingin til undirvísingina fer fram millum hesi undirvísingartíðarskeið. Aftrat fyrilestrum og kjaki verða eisini verkstovur, skapandi venjingar og performativar framløgur. Treyt fyri at sleppa til próvtøku er virkin luttøku í undivísingini, og at studenturin hevur latið inn 3 bundnar uppgávur gjøgnum skeiðið.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - greiða frá, greina og vísa samanhang millum lyklahugtøk og søgulig rák innan avantgarde - brúka ítøkilig og verklig háttaløg til at seta í verk ymiskar avantgarde-strategiir í arbeiði við egnari skapan - reflektera kritiskt um hesi háttaløg
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva (14 dagar)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Viðkomandi tilfar verður útflýggjað við lestrarbyrjan
Ábyrgd
Lív Maria Róadóttir Jæger