1688.23 - Mentorsamrøður Ritlist


Skeiðsnummar
1688.23
Heiti
Mentorsamrøður Ritlist
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivaður til BA-útbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Skeiðið hevur til endamáls at stuðla, menna og styrkja studentin í arbeiðinum við egnari ritlist. Í samráð við útbúgvingarleiðaran velur studenturin ein mentor, sum skal vegleiða skrivingina og veita studentinum amboð til at framleiða ítøkilig ritborin úrslit.
Innihald
Mentorur og studentur leggja saman eina ætlan fyri samrøðurnar við ásettum freistum fyri tekstinnlatingar. Gjøgnum regluligar samrøður við mentor, skipaða lesing av skaldskapi og viðkomandi tilfari, tekstlesing og kritikki arbeiðir studenturin við at eyðmerkja og menna egna ritlist.
Læru- og undirvísingarhættir
Mentorur og studentur møtast 10 tímar í alt í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum einsæris samrøður, har egna ritlistin hjá studentinum verður lisin, viðgjørd og ment. Afturat egnum tekstum hjá studentinum verður annað fagurbókmentaligt tilfar lisið, sum skal virka sum íblástur til skriviarbeiðið hjá studentinum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: - greiða frá egnari skapanargongd við ritlist – eyðmerkja og viðgera eyðkenni við egnum tekstum við atliti at stíli, formi, tekstaslagi og íblástrarkeldum - vísa dømi um menning av egnum teksti (avriksmappa).
Próvtøkuháttur
Avriksmappa (10-15 síður) + refleksión (7 normalsíður, t.e. 2400 eindir við millumrúmum pr. síðu) verða latin inn við skeiðsenda.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Studentur og mentorur gera við lestrarbyrjan í felag ein lestarlista, sum samhóskar við og avbjóðar ritlistaliga arbeiðinum hjá studentinum.
Ábyrgd
Lív Maria Róadóttir Jæger