1696.23 - Starvslæra Ritlist


Skeiðsnummar
1696.23
Heiti
Starvslæra Ritlist
ECTS
15
Fortreytir
Studenturin skal verða innskrivaður á BA útbúgvingina í listaligum arbeiði
Endamál
Studenturin lærir sjálvstøðugt at brúka egnar førleikar innan ritlist í verki við at taka á seg uppgávur á einum starvslæruplássi. Harumframt lærir studenturin við støði í ítøkiligum royndum frá starvslæruplássinum, hvussu listaligt arbeiði kann útinnast á einum mentanarstovni.
Innihald
Starvslæran er sett saman av arbeiði á t.d. einum mentanarstovni, ið er starvslærupláss, og einari skrivligari frágreiðing um, hvat studenturin hevur gjørt/framleitt/útint og lært í starvslærutíðini. Starvslæruplássið kann umframt ein mentanarstovnur, vera ein ritlistalig verkætlan, sum stundenturin luttekur í, ella ein samanseting av báðum. Dømi um listaligt arbeiði/sjálvstøðugt ritlistaligt avrik, sum er útint undir starvslærutíðini, kann latast inn sum partur av frágreiðingini. Starvslæruplássið orðar í samstarvi við studentin, hvat endamálið við starvslæruni er. Orðingin skal góðkennast av einum vegleiðara, sum er knýttur at útbúgvingini, umframt av útbúgvingarleiðaranum, í seinasta lagi tá lestrarhálvan byrjar. Tíðin hjá studentinum á starvslæruplássinum skal svara til umleið 7 arbeiðsvikur.
Læru- og undirvísingarhættir
Starvslæran umfatar bæði arbeiði á starvslæruplássinum og vegleiðing. Studenturin hevur ein vegleiðara, sum er knýttur at Útbúgvingini í listaligum arbeiði, og studenturin fær vegleiðing í alt umleið 6-8 tímar eftir tørvi javnt gjøgnum lestrarhálvuna. Studenturin skrivar sum lið í starvslæruni loggbók, sum vegleiðarin og studenturin brúka sum støði undir vegleiðingini, tá starvslæran nærkast endanum, og frágreiðingin skal skrivast.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at: - sjálvstøðugt brúka sínar førleikar innan ritlist við at taka á seg uppgávur á einum starvslæruplássi - avrika sjálvstøðugt ritlistaligt og/ella listaligt arbeiði á einum starvslæruplássi - lýsa (í skrivligari frágreiðing) starvslæruplássið og egnan leiklut á sama stovni við støði í starvslæruorðingini og viðkomandi háttaløgum - meta um egnar fakligar førleikar í einum verkligum samanhangi - greiða frá, hvussu ritlistalig vitan kann setast í verk í ítøkiligum arbeiði - hugleiða við refleksivari frásjón um listaligt arbeiði í einum samfelagsligum samanhangi.
Próvtøkuháttur
Frágreiðing à 7-10 normalsíður (t.e. 2.400 eindir við millumrúmum pr. síðu) saman við loggbók (fylgiskjal) + dømi um listaligt arbeiði/ritlistaligt avrik útint undir starvslæruni verður latið inn við skeiðsenda
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Jens Dam Ziska