1699.24 - Verkstova III – Ritlist: At týða


Skeiðsnummar
1699.24
Heiti
Verkstova III – Ritlist: At týða
ECTS
10
Fortreytir
Treyt fyri luttøku er, at studenturin er innskrivaður til bachelorútbúgvingina í listaligum arbeiði.
Endamál
Studenturin ognar sær innlit í týðingarfrøði ástøðiliga umframt kritiska fatan av miðstøddum spurningum viðvíkjandi at týða til føroyskt ella sítt móðurmál. Høvuðsdentur verður lagdur á bókmentaliga týðing.
Innihald
Týðing er tann elsti tátturin av bæði bókmentafrøðiligari og málfrøðiligari gransking. Í dag ávirka talgildingin og altjóðagerðin støðuna hjá týðing og gera týðingarfrøði til eina av teimum skjótast vaksandi universitetsgreinunum í heimshøpi. Við tí í huga, at støðan og týdningurin hjá týðing í einum ørlítlum málsamfelagi er ein onnur enn í einum stórum málsamfelagi, fáa studentarnir høvi at týða sjálvir og at viðgera týðingar hjá hvørjum øðrum. Týdningarmikil ástøðilig sjónarmið og høvuðsrák verða løgd fram, viðgjørd og skoðað í mun til føroysk viðurskifti. Síðst men ikki minst verður arbeitt við spurningum viðvíkjandi at týða til føroyskt.
Læru- og undirvísingarhættir
Læraraframløgur, skrivligar venjingar í týðing og greining av týðingum út frá ástøðiligum sjónarmiðum, sum verða viðgjørd á skeiðinum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, er studenturin førur fyri at: - Lesa ástøðiligar tekstir um týðing greinandi og kritiskt. - Greiða frá hugtøkum og høvuðssjónarmiðum í týðingarfrøði. - Týða tekst við støði í hóskandi ástøði. - Hugleiða um tey val, studenturin tekur í egnum týddum teksti. - Greina egnan týddan tekst út frá hóskandi hugtøkum og ástøði.
Próvtøkuháttur
Samansett: munnlig próvtøka við støði í avriksmappu.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Fullfíggjaður lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Jens Dam Ziska