1700.24 - Listalig gransking


Skeiðsnummar
1700.24
Heiti
Listalig gransking
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsprógv ella samsvarandi.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at studenturin fær innlit í listaliga gransking og lærir at brúka gransking sum part av sínum listaliga arbeiði.
Innihald
Seinastu áratíggjuni er listaligt arbeiði vorðið alsamt meira granskingargrundað, og listalig gransking er vorðin partur av virkseminum á universitetum og øðrum vitanarstovnum. Hetta skeiðið spyr, hvat listalig gransking er, og hvussu slík gransking líkist og víkir frá øðrum sløgum av gransking. Hvørjum háttaløgum kann listalig gransking sigast at fylgja? Hvørji sløg av úrslitum spyrjast burturúr? Og hvørji sambond knýta listaliga og vísindaliga gransking? Fyri at svara hesum spurningum fara vit at viðgera ymsar fatanir av listaligari gransking. Millum evnini, vit umrøða, er sambandið millum list og vitan, listafólkið sum granskari, og listaligt arbeiði sum ein sjálvstøðugur háttur at vinna sær vitan og nýggjar arbeiðshættir. Egið granskingararbeiði er ein grundleggjandi partur av skeiðinum. Gjøgnum hálvuna mennir studenturin eina sjálvstøðuga granskingarverkætlan og leggur hesa verkætlan fram til próvtøkuna.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er sett saman av fyrilestrum, kjaki, samrøðum, bólkaarbeiði, studentaframløgum, venjingum og uppgávum.
Læruúrtøka
Við skeiðsenda skal studenturin vera før/ur fyri at: - greiða frá ymsum fatanum av listaligari gransking, - greina verk, ið eru úrslit av listaligum granskingararbeiði, - meta um møgulig sambond millum list, vitan og vísindi, - menna egnar listaligar granskingarverkætlanir, og - leggja fram dømi um egna listaliga gransking.
Próvtøkuháttur
Samansett: munnlig próvtøka við støði í avriksmappu.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Fullfíggjaður lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Jens Dam Ziska