University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving
Lóg.jpg

Útbúgvingin

Um tú hevur áhuga fyri lóg, rættarskipan og samfelagsviðurskiftum, so er løgfrøði áhugaverd fyri teg. Tú lærir at skilja og greina lógir, finna loysnir upp á løgfrøðiligar trupulleikar og seta lóggávu í størri samanhang – bæði føroyskan og altjóða. 

Útbúgvingin leggur grundarlag fyri víðari lestri og starvi innan løgfrøði og fyrisiting.

Hví lesa løgfrøði?

Tí lógin ávirkar øll viðurskifti í samfelagnum – frá ferðslureglum til rættin at velja.

Tú lærir, hvussu lógir verða tulkaðar og nýttar, og hvussu ein kann leggja fram og verja eina løgfrøðiliga hugsan.

Hvat kann eg arbeiða við?

Við bachelor í løgfrøði kanst tú taka embætisprógv í lóg og blíva advokatur ella dómari, ella lesa víðari á masterstigi.

Nógvir eru møgleikarnir - tú kanst millum annað arbeiða sum løgfrøðingur í almennari fyrisiting, hjá løgregluni, í rættarskipanini, í felagsskapum (t.d. NGO) ella í fíggjarvinnuni.

Upptøka og upptøkutreytir

Lesandi verða tikin upp annað hvørt ár

Í mesta lagi 20 lesandi verða tikin upp hvørja ferð.

Umsøkjarar mugu hava miðnámsprógv ella samsvarandi.

Umsøkjarar mugu hava góðar førleikar í føroyskum, donskum og enskum máli, bæði munnliga og skrivliga.

Umsøkjari verður møguliga eisini kallað/ur inn til samrøðu.

Søk umvegis Vangan


Søk her

Skipan og innihald

Lesturin tekur 3 ár fulla tíð (180 ECTS)

Øll skeið eru kravd.

Skeiðini verða flokkað so:

  1. Dogmatisk skeið: 95 ECTS
  2. Háttalagslig skeið: 40 ECTS
  3. Kontekstualiserandi skeið: 25 ECTS

Dogmatiskur lógkunnleiki er siðbundin gjøgnumgongd av lóg og rættarkeldum á ávísum evnisligum øki, tulkan og brúki teirra. Flestu dogmatisku skeið taka støði í føroyskari lóg ella lóg í grannalondunum. Boðin verða hesi 10 ECTS skeið: Familju- og arvarættur; Avtalurættur; Endurgjaldsrættur; Fyrisitingarrættur; Føroyskur stjórnarskipanarrættur I (Føroyskur stjórnarskipanarrættur II kemur á yvirbygnaðinum); Keypi- og kravrættur; Tinglýsing og veð; Altjóðarrættur; Sivilur rættargangur og Revsirættur og revsirættargangur. Boðið verður hetta 5 ECTS skeiðið: Ognarrættur.

Háttalagskeið miða móti almennari fatan av løgfrøðini, herundir lýsing av ymiskum ástøðiligum rákum, tulking og førleika at greina truplar løgfrøðiligar spurningar. Boðin verða hesi 10 ECTS skeið: Løgfrøðilig fatan; Úrskurðargreining og Skriviverkstova.

Filosofikum (Examen philosophicum) verður fyrstu ferð á frá heysti 2025. Líknandi skeið var vanligt á universitetum í danska ríkinum at búnað lesandi til víðari lestur. Framvegis er skeiðið í øðrum londum, eitt nú Noregi.

Kontekstualiserandi skeið hava til endamáls at seta føroysku rættarstøðuna í høpi og geva tí lesandi eina fatan av, hvussu rættarstøða og rættarskipan er treytað av ymiskum politiskum, mentunarligum og søguligum kringumstøðum. Boðin verða hesi 10 ECTS skeið: Løgsøga og Samanberandi lóg. Boðið verður hetta 5 ECTS skeiðið: Rómverjarættur.

Grundskeið í lóg á 10 ECTS er ikki roknað við omanfyri, tí skeiðið hevur blandað dogmatiskt og háttalagsligt v.m. innihald.

Bachelorritgerðin er á 10 ECTS, sum tann lesandi sjálv/ur velur eftir vegleiðing og góðkenning frá lærara.

Framtíðarmøguleikar

Við einum bachelorprógvi kanst tú fara beinleiðis á arbeiðsmarknaðin, eitt nú sum fulltrúi í almennari fyrisiting.

Tú kanst eisini fara undir víðari lestur - sí niðanfyri.

Framhaldandi útbúgving

Treytað av at tú hevur staðið bachelorprógv, kanst tú fara víðari til masterstig (embætisprógv) á Setrinum. Hetta førir til eina 5 ára útbúgving, sum gevur atgongd til at virka sum advokatur, dómari v.m.

Sum útbúgvin bachelor kanst tú eisini søkja upptøku á masterstigi á øðrum universitetum – bæði innan løgfrøði og onnur øki – treytað av ítøkuligu krøvunum hjá viðkomandi lærustovni.

Lestrarlív

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.

Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvøri

Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum. 

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

Bachelor í løgfrøði

Bachelor of Law

  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi 20
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 600 DKK/ECTS

Endamál við útbúgvingini

Eitt høvuðsendamál við útbúgvingini er at gera tað møguligt fyri føroysk lesandi at nema sær siðbundnu løgfrøðiligu útbúgvingina í Føroyum. Í danska ríkinum stendur henda útbúgving, undir einum kallað cand. jur., í samanlagt fimm ára lesnaði: trý ár á bachelor stigi (180 ECTS) og síðan tvey ára yvirbygnaði (120 ECTS).

Føroyska útbúgvingin, bachelor og yvirbygnaðurin (sum á Setrinum kallast embætisprógv í lóg), fekk samsvarandi avgerð hjá danska løgmálaráðnum viðurkenning 14. mars 2022 sum javnsett donsku útbúgvingini cand. jur. Útbúgvin av Fróðskaparsetrinum hava samsvarandi hesi avgerð somu atgongd bæði í Føroyum og Danmark til siðbundin embæti í rættarskipanini, so sum ákæri, dómari og advokatur.   

Týðandi er, at løgfrøðilesnaðurin á Fróðskaparsetrinum setir lóg og løgfrøði í føroyskt høpi út frá tí grundleggjandi fortreyt, at útbúgvin væntast at fara at starvast og praktisera í Føroyum. Samstundis fara akademisku krøvini at fylgja altjóða standardum fyri tey, sum ætla at lesa víðari ella seinni virka uttan fyri Føroyar.

Útbúgvin skulu hava nomið sær hollan kunnleika og førleika í mun til ítøkiligu rættarstøðuna innan eina røð av grundleggjandi ítøkiligum rættarøkjum, frá avtalurætti, endurgjaldsrætti, fyrisitingarrætti, familju- og arvarætti o.s.fr. Eisini skulu tey útbúnu hava nomið sær fatan av ástøðiliga grundarlagnum undir ymisku rættarøkjunum og undir lóg og løgfrøði meira alment; tey skulu eisini dyrka og menna háttalagsligar førleikar – serliga innan greining, skrivligt samskifti og argumentatión – sum hava serligan týdning fyri løgfrøðingar, ið virka í lítlum samfelag við øðrum fortreytum enn størri lond. 

Skeiðini bjóðað á bachelor í lóg stuðla eisini í ein mun øðrum útbúgvingum og deildum á Fróðskaparsetrinum sum valskeið. Skeiðini kunnu eisini partvís takast sum gjaldsskeið av uttanhýsis lesandi, vanligum borgarum, fyrisitarum v.m., ið spyrja eftir skeiðum sum liður í starvsligari førleikamenning ella framhaldandi útbúgving ella bara hava áhuga í at vita meira um føroyska lóg og løgligar stovnar.

Undirvísingarmál

Undirvísing er vanliga á føroyskum, men kann eisini vera á enskum ella skandinaviskum máli.

Bygnaður

1.       lestrarhálva
(heyst)

2.       lestrarhálva
(vár)

3.       lestrarhálva (heyst)

4.       lestrarhálva
(vár)

5.       lestrarhálva
(heyst)

6.       lestrarhálva
(vár)

Grundskeið í lóg

Løgfrøðilig fatan

Rómverjarættur

Føroyskur stjórnarskipanar-

rættur I

Tinglýsing og veð

Revsirættur og revsirættargangur

Avtalurættur

Endurgjaldsrættur

Ognarrættur

Úrskurðar-

greining

Fyrisitingarrættur

Altjóða rættur

Examen philosophicum

Familju- og arvarættur

Føroysk løgsøga

Keypi- og kravrættur

Komparativ lóg

B.L. ritgerð

 

 

Skriviverkstova

 

 

 

 

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til útbúgvingarleiðaran, Bárð Larsen, á bardurl@setur.fo