University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.

Hví lesa maskinfrøði?

Útbúgvingin gevur tær kunnleika til støddfrøði, náttúruvísindi og tøknifrøði á bachelorstigi og møguleika fyri framhaldandi útbúgving.

Hvat kann eg brúka útbúgvingina til?

Maskinfrøði gevur tær møguleika at útbúgva teg víðari á øðrum universitetum kring heimin, t.d. til cand.polyt. á Danmarks Tekniske Højskole.

Upptøkutreytir

Upptøkutreytin er at hava staðið maskinmeistaraprógv eftir kunngerð nr. 106 frá 15. september 2005; “Støddfrøði 3" ella “Støddfrøði A” skal vera staðið við minst 8 eftir 13-talsstiganum ella 4 eftir 7-talsstiganum.

Aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi kunnu góðtakast eftir nærri meting.

Áðrenn lestrarbyrjan skipar Setrið fyri fyrireikandi skeiði í støddfrøði. Luttøka á skeiðnum er krav fyri umsøkjarar, ið ikki hava staðið Støddfrøði 3 ella Støddfrøði A. Umsøkjarar, ið hava staðið støddfrøði 3 ella A, kunnu luttaka á skeiðnum fyri at fríska upp kunnleikan til støddfrøðina. 

Til ber aftur at søkja hesa útbúgving 1. mars í 2026

Les meira um upptøku

Innihald

Innihaldið er serliga verkfrøði lærugreinar, sum maskinmeistarin ikki longu hevur havt.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum fulltíðarlestur í 1½ ár ella parttíðarlestur í 2 til 3 ár Flestu skeiðini eru samskipað við útbúgvingina til BSc í verkfrøði. Lestrartíðin er 3½ ár tá øll skeið frá maskinmeistaraútbúgvingini eru tald við

*Lestrartíðin er 1½ ár við góðskrivaðum skeiðum frá maskinmeistaraútbúgvingini.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tí lesandi grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.

 

Framhaldandi útbúgving

Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina er møguleiki at útbúgva seg víðari á øðrum universitetum kring heimin, t.d. til cand.polyt. á Danmarks Tekniske Højskole.

Lestrarlív

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.

Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvørvi

Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum. 

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

Bachelor í maskinfrøði

BSc in Marine Engineering

  • Lestrartíð 3,5 ár fulltíðarlestur
  • Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
  • Tal á Lesandi Uml. 10
  • ECTS 210
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

At geva tí lesandi kunnleika til støddfrøði, náttúruvísindi og tøknifrøði á bachelorstigi og møguleika fyri framhaldandi útbúgving.

Bygnaður

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva

6.
lestrarhálva

7. lestrarhálva

Støddfrøði 1

(fyrri partur)

10 ECTS

Støddfrøði 1

(seinni partur)

10 ECTS

Støddfrøði 2

7,5 ECTS

 

Grundleggjandi elektronikkur

15 ECTS

Elektronikkur

fyri maskin-frøðingar

15 ECTS

El-installatiónir (autorisatión)

20 ECTS

 

 

 

 

 

Starvsvenjing

15 ECTS

 

 

 

 

 

 

 

Valskeið

7,5 ECTS

 

 

Hagfrøði

7,5 ECTS

 

 

Valskeið

7,5 ECTS

 

Grundleggjandi stýringar 

10 ECTS

 

Stýriverkfrøði

7,5 ECTS

 

 

 

 

Evnaverkfrøði fyri verkfrøðingar

5 ella 7,5 ECTS

 

Motorlæra 1

7,5 ECTS

 

 

 

 

Administratión og Jura

10 ECTS

 

 

 

Termo-dynamikkur

10 ECTS

 

 

 

Kraftverks-tøkni

5 ECTS

 

 

 

Bachelor-verkætlan

15 ECTS

 

 

 

Innl. forritan við MATLAB

5,0 ECTS

(3 viku skeið í januar)

 

 

Valskeið

7,5 ECTS

5 ella 7,5 ECTS

 

 

 

Motorlæra 2

7,5 ECTS

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Umhvørvi

5 ECTS

 

 

 

 

 

 

Bygnaður á maskinfrøði við avriksflutningi frá maskinmeistaraútbúgv.

1. lestrarhálva2. lestrarhálva3. lestrarhálva

Støddfrøði 1

(fyrri partur)

10 ECTS

Støddfrøði 1 

(seinni partur)

10 ECTS

Støddfrøði 2

7,5 ECTS

Valskeið

7,5 ECTS

Hagfrøði

7,5 ECTS

Valskeið

7,5 ECTS

Stýriverkfrøði

7,5 ECTS

Evnafrøði fyri verkfrøðingar

5 ella 7,5ECTS

Bachelorverkætlan

15 ECTS

Innleiðandi forritan í Matlab

5 ECTS

(3 viku skeið í januar)

Valskeið

5 ella7,5 ECTS

 

Valskeið

Góðkend skeið á Setrinum:

Góðkend skeið á DTU:

  • 31776 Energiteknologier - fra ide til realisering  (5 ECTS) (leinkja)
  • 41312 Fluid Mekanik (5 ECTS)
  • 41501 Styrkelære 1 (5 ECTS
  • 41502 Styrkelære 2 (5 ECTS)
  • 41603 Konstruktion og problemløsning (5 ECTS)
  • 41659 Materialelære for produktion og konstruktion (5 ECTS)

* Tann lesandi kann sjálvur finna onnur skeið og fáa tey góðkend við umsókn til lestraráðið (leinkja).

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til Bárð Joensen, útbúgvingarleiðara, bardurj@setur.fo, tlf. 293944.