Bachelor í mýlalívsvísindum

Um útbúgvingina
Mýlalívsvísindi er læran um heilsu og sjúku hjá lívverum á mýla-, kyknu- og likamligum stigi.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við:
• alisfrøði á B-stigi
• støddfrøði á B-stigi
• evnafrøði á B-stigi
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi góðtakast eftir nærri meting.
Innihald
Í útbúgvingini fært tú eina grundleggjandi vitan um lívfrøði, men við høvuðsdenti á mýlalívsvísindi. Útbúgvingin tekur útgangsstøði í og hongur saman við lívfrøðini, sum vit síggja úti í náttúruni og í okkum sjálvum. Við hesi útbúgvingini fært tú eitt grundleggjandi og breitt innlit í mýlalívsvísindi.
Tú lærir um, hvussu mýl so sum DNA, RNA og protein virka og samstarva í kyknum, og víðari hvussu kyknur virka og samstarva í organismum. T.d. verður hugt at, hvussu broytingar í DNA kunnu viðføra ílegutengdar sjúkur. Eisini verður undirvíst í, hvussu bakteriur virka, og hvussu tær ávirka okkum, bæði jaliga og neiliga.
Fleiri skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og at fara út í náttúruna.
Skipan av útbúgvingini
Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur undirvísingin støði í føroyskum viðurskiftum.
Fyrstu tvey árini hava tær báðar útbúgvingarnar B.Sc. í mýlalívsvísindum og B.Sc. í lívfrøði felags undirvísing. Tað seinasta árið verða tær báðar útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur tær fjøltáttaðar starvsmøguleikar í almennari fyrisiting og privatum fyritøkum. Nøkur dømi eru:
• í sjúkrahúsverkinum
• á granskingarstovnum
• sum vísindajournalistur
• í undirvísing
Framhaldandi útbúgving
Sum B.Sc. í mýlalívsvísindum hevur tú eitt gott fakligt grundarlag til framhaldslestur á masterstigi uttanlands.
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvørvi
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
Bachelor í mýlalívsvísindum
Bachelor of Science in Molecular Life Sciences
- Lestrartíð 3 ár
- Deild Náttúruvísindadeildini (NVD)
- Tal á Lesandi Uml. 12
- ECTS 180
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum.
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi kunnleika og førleikar til at arbeiða innan mýlalívsvísindi ella halda fram við víðari lestri uttanlands.
Bygnaður
1. | 2. | 3. | 4. | 5. | 6. |
Fróðskaparhegni, (7,5 ECTS, aug-des) | Jørð, hav og luft I (7,5 ECTS, jan-mai) | Lívevnafrøði (7,5 ECTS, aug-okt) | Arvalæra (7,5 ECTS, jan-mai) | Eiturvistfrøði og dálking (7,5 ECTS, aug-okt)
| Mýlsk starvs- (7,5 ECTS, jan-feb) |
Støddfrøði og (7,5 ECTS, aug-des) | Vistfrøði á landi (7,5 ECTS, jan-mai) | Mýlsk (7,5 ECTS, okt-des) | Humanfysiologi (7,5 ECTS, jan-mai) | Mýlsk kyknulívfrøði II (7,5 ECTS, aug-okt) | Bachelor- (22,5 ECTS, feb-mai) |
Plantur og djór í Føroyum (7,5 ECTS, aug-des) | Almenn og ólívrunnin evnafrøði (7,5 ECTS, jan-mars) | Havlívfrøði (7,5 ECTS, aug-okt) | Smáveralívfrøði (7,5 ECTS, jan-mars) | Eiturfrøði (7,5 ECTS, okt-des) |
|
Almenn (7,5 ECTS, aug-des) | Lívrunnin evnafrøði (7,5 ECTS, mars-mai) | Rannsóknar- (7,5 ECTS, okt-des) | Feltskeið í vistfrøði (7,5 ECTS, mars-mai) | Bioinforma- (7,5 ECTS, okt-des) |
|
Próvtøkur
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Náttúruvísindadeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Sunnvør K. í Kongsstovu, útbúgvingarleiðara, (sunnvork@setur.fo)
Alisfrøði á B-stigi, Støddfrøði á B-stigi og evnafrøði á B-stigi.
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum.