Mýlalívsvísindi (2018-2021)
- Lestrartíð 3 ár
- Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
- Tal á Lesandi 8
- ECTS 180
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum.
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi kunnleika og førleikar til, at arbeiða innan mýlalívsvísindi ella halda fram við víðari lestri uttanlands.
Bygnaður
1. | 2. | 3. | 4. | 5. | 6. |
Fróðskaparhegni, | Lívrunnin | Jørð, hav | Havlívfrøði I | Feltskeið | Mýlsk starvs- |
Støddfrøði og | Almenn | Mýlsk | Arvalæra | Mýlsk | |
Almenn og | Almenn | Vistfrøði | Rannsóknar- | Eiturfrøði | Bachelor- |
Almenn | Lívevnafrøði | Smáveru- | Human- | Bioinforma- |
Skipan av útbúgvingini
Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur undirvísingin støði í føroyskum viðurskiftum.
Fyrsta hálvtannað árið hava allar tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini felags undirvísing. Tær tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar eru B.Sc í vistfrøði, B.Sc í havlívfrøði og B.Sc í mýlalívsvísindum.
Eftir hálvtannað ár verða tær tríggjar útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð, sum telur 22,5 ECTS. Øll hini skeiðini í útbúgvingini telja 7,5 ECTS.
Innihald
Á hesi lestrarleiðini fært tú eitt grundleggjandi og breitt innlit í mýlalívsvísindi. Tú lærir um hvussu mýl, so sum protein, DNA og RNA samstarva og virka í kyknum, og víðari hvussu kyknur samstarva og virka í organismum. Eisini verður t.d. undirvíst í, hvussu broytingar í DNA kunnu viðføra ílegutengdar sjúkur.
Tú fært førleikar at avmarka, seta fram og greina spurningar í mýlalívsvísindum. Tú lærir at tulka rá kanningarúrslit og seta tey í eitt fakligt høpi.
Flestu skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og feltarbeiði. Summi skeið verða eisini hildin um summarið.
Próvtøkur
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum- ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd- við í endaliga próvtalinum.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við:
- alisfrøði á B-stigi
- støddfrøði á B-stigi
- evnafrøði á B-stigi
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur tær fjøltáttaðar starvsmøguleikar í almennari fyrisiting og privatum fyritøkum. Nøkur dømi eru:
- í sjúkrahúsverkinum
- á granskingarstovnum
- sum vísindajournalistur
- í undirvísing
Framhaldandi útbúgving
Sum B.Sc. í mýlalívsvísindum hevur tú eitt gott fakligt grundarlag til framhaldslestur á masterstigi uttanlands.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: NVD-studvegl@setur.fo, ella við at venda tær til Jónrit Halling, útbúgvingarleiðara, jonrith@setur.fo