7204.09 - Sálarfrøði fyri námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7204.09
Heiti
Sálarfrøði fyri námsfrøðingar
ECTS
13
Endamál
Undirvísingin í sálarfrøði skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í námsfrøði og almennari didaktikk. Tey lesandi fáa innlit í nakrar útvaldar tættir í sálarfrøðiligari vísindi, ið hava serligan týdning fyri pedagogyrkið. Holl vitan um hvussu børn búnast, læra, hugsa, samskifta osfr. skal styðja og vegleiða tí einstaka lesandi, tá ið hesin í framtíðini skal (1) leggja arbeiði til rættis, (2) eftirmeta arbeiði og (3) skjalfesta arbeiðstilgongdir og arbeiðsúrslit. Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu: • Gerast greið yvir, hvat eyðkennir sálarfrøði sum vísindi, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepils í sálarfrøðiligum arbeiði. • Fáa holla vitan um hvussu børn mennast, og hvussu ávikavist arvur og umhvørvi ávirka hesa menning. • Gerast tilvitað um tann logikk sum okkara námsfrøðiliga skipan byggir á. Og hvussu barnaumhvørvið og tær siðvenjur, ið eykenna umhvørvið sum barnið ferðast í, eru við til at ávirka hugburðin, sjálvsfatanina og trivnaðin hjá tí einstaka barninum.
Innihald
Skeiðið í sálarfrøði er skipað í partar, soleiðis at hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Hugt verður eftir fylgjandi evnum í sálarfrøði: 1. Grundleggjandi sálarfrøði: Hugt verður í fyrsta parti eftir grundleggjandi sálarfrøði við atliti til tilknýti har ástøðini eru John Bowlby, Mary Ainsworth, Daniel Stern, D. W. Winnicott. o.s.fr.. Eisini verður hugt eftir tí søguliga skiftinum í sálarfrøðini har sálarfrøðingar sum Dion Sommer er í miðdeplinum. 2. Neurosálarfrøðin: Seinastu 10 árini hevur tað verið granskað intensivt í heilanum. Granskarar eru komnir fram til, at heilin hevur størri ávirkan á persónin enn fyrr hildið. Eitt nú minnið á persónum hevur avgerðandi týdning fyri, hvussu eitt nú børn læra og mennast. Læran um neuropsykologi er læran um, hvussu heilakervið er samansett, og hvønn týdning hvørt einstakt umráði í heilanum hevur fyri viðurskifti so sum: samskifti, minnið, hugsavningarevni, empati o.s.fr. 3. Kvalitativ gransking: Kvalitativ gransking hevur gjørt stór framstig, tá hugsað verður um gransking. Tann kvantitativa granskingin var í hásæti og sæð sum tann rætta granskingin, meðan kvalitativ gransking var sæð sum “sekunder gransking”. Viðtal (interview) er ein nógv nýttur hættur innan kvalitativa gransking, sum kann nýtast sum eitt amboð bæði hjá námsfrøðingum og lærarum fyri at koma nærri eini mynd av, hvør persónurin er. 4. Natúrlig sorg: Sorg er ein natúrligur partur av mannalívinum. Undirvísingin er skipað soleiðis, at næmingurin bæði fær ástøðiliga og verkliga vitan um, hvussu sorgprosessin virkar, og hvønn týdning sorgin kann hava fyri hvørt einstakt menniskja. Tí er spurningurin, um sorg er nakað vit skulu gera nakað við, ella um vit skulu tiga sorgina í hel? Winnicott snakkar um ”overgangsobjekter” sum nakað barnið brúkar fyri at handfara lívið. 5. Uppaling, familja og dagstovnar: Hvør eigur ábyrgdina av uppalingini? Foreldur, dagstovnar ella báðir partar? Onkur granskari vil vera við, at barnagarðar eru vandamiklir fyri barnið. Orsøkin er tann, at tað pedagogiska tilboðið á stovninum ikki er á nóg høgum fakligum støði. 6. Intelligensur og kognitiv menning: Intelligensur er ikki eitt nýtt fyribrigdi, men hevur seinastu árini fingið sera nógva umtalu millum manna. Intelligensástøðini eru fleiri í tali, men mest kend er intelligens hugsanin hjá Howard Gardner, ið myndar mangar skúlar. Hugt verður m.a. eftir hvønn týdning intelligensur hevur fyri einstaka barnið. 7. Kyn og kynsmunir: Hvat er kyn? Og hvat vil tað siga at verða genta og drongur? Er kyn ein sosial konstruktión? Hvussu møtir námsfrøðingurin barninum? Og hvussu kann ein kvinnuligur námsfrøðingur møta, styðja og menna einum dreingjabarni? 8. Sálarfrøðilig amboð: Tað er gott at hava ástøðiliga vitan um barnið, men hvussu kunnu vit við amboðum á bestan hátt lýsa barnið? Hugt verður í hesum sambandi at ”assessment” og interventións modellum. Eitt nú verður hugt at myndlinum hjá danska granskaranum Poul Nissen. 9. Eygleiðing, greiðing og tulking: Hvussu sleppa vit undan at seta barnið í bás? Hetta kann millum annað gerast við at eygleiða barnið í nærumhvørvinum. Tulkingin av barninum er tengd av, at námsfrøðingurin hevur tey røttu amboðini. 10. Vísindaástøði: Hvat er vísindi? Hví er tað týdningarmikið at námsfrøðingurin hevur vitan um vísindi og gransking? 5/9 av starvslæruni hjá teimum, ið ganga 1. árið á námsfrøði útbúgvingini er partur av hesum skeiði.
Próvtøkuháttur
1. Tá ið skeiðið í sálarfrøði er av, skal tann lesandi – annaðhvørt einsæris ella í bólki - skriva ein uppgávu, har ið tann lesandi greiðir og greinar eitt sjálvvalt evni, soleiðis at síggjast kann hvussu tann lesandi dugir at brúka og gagnnýta sálarfrøðina sum amboð. Uppgávan skal ikki vera meira enn 5 síður. Sum partur av eftirmetingarháttinum skal tann lesandi frambera høvuðspunktini í einari framløgu. 2. Eftir starvslæruna skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda próvtøkuuppgávu í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk. Uppgávan skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Próvtøkuuppgávan verður skrivað í bólki, og hon skal verjast munnliga. Um tvey lesandi skriva uppgávuna saman, skal uppgávan í mesta lagi verða 15 blaðsíður til longdar. Um trý lesandi eru um uppgávuna, skal uppgávan í mesta lagi verða 20 blaðsíður til longdar. 3. Próvtøkuuppgávan verður latin inn í seinasta lagi fríggjadagin 4/6 -2010 Eftirmetingin er grundað á uppgávuna . 1. Tann lesandi fær staðið/ikki staðið fyri uppgávuna. Vit nýta innanhýsis próvdómara. Tilskilast skal, at uppgávan sjálv fyllir 100%. Um tann lesandi ikki stendur uppgávuna, skal uppgávan skrivast av nýggjum. Um uppgávan verður skrivað í bólki skal tilskilast, hvør eigur hvat brot í uppgávuni. 2. Spurdómsstýrda próvtøkuuppgávan, ið verður skrivað í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk, skal verjast munnliga og verður mett eftir 13-stiganum. Vit nýta uttanhýsis próvdómarar. Tá ið mett verður um uppgávuna og munnligu framløguna verður hugt at: • hvussu tey lesandi megna at nýta sálarfrøðilig, námsfrøðilig og didaktisk ástøði og hugtøk, tá ið tey svara trupulleikaorðingini • hvussu tey lesandi megna at knýta ástøðiliga partin og starvslæruna saman • hvussu tað hepnast teimum lesandi at skriva og skipa uppgávuna • um tey lesandi nýta greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting • um tey lesandi gera sær dælt av vísindaligum keldum og duga at nýta APA-tilvísingarskipanina
Ábyrgd
Fróði Madsen