7206.08 - Námsfrøði og almennur didaktikkur fyri námsfrøðingar (1): Normaløki


Skeiðsnummar
7206.08
Heiti
Námsfrøði og almennur didaktikkur fyri námsfrøðingar (1): Normaløki
ECTS
12
Endamál
Høvuðsmálið er at fáa tey lesandi at nema sær grundleggjandi kunnleika til námsfrøðilig ástøði og til námsfrøðiliga arbeiðsøkið í síni heild. Tey lesandi skulu fáa eina djúptøkna vitan um námsfrøðiligar arbeiðsuppgávur og -hættir. Tey skulu fáa eina innleiðslu í týðandi háttaløg, ástøði og hugtøk í fakinum. Eisini skulu tey lesandi fáa eina fakliga fatan av menning einstaka barnsins, eitt fakligt innlit í og hvussu barnið, hin ungi ella vaksni mennist og trívist, umframt eina heildarmynd av hvussu hesi viðurskifti eru knýtt at søguligum, sosialum og mentanarligum viðurskiftum. Tey lesandi skulu eisini nema sær førleikar í at meta um praktiskar, ástøðiligar og etiskar spurningar í samband við at skipa, útinna og eftirmeta námsfrøðiligt arbeiði.
Innihald
Innleiðsla í námsfrøði: Fyrstu vikurnar fáa tey lesandi eina breiða innføring í námsfrøðilig ástøði; námsfrøði sum hugtak (avmarking), ástøði, lærugrein og praksis. Grundleggjandi hugtøk – námsfrøði, uppaling, útbúgving, dannilsi, didaktik, osfr. – verða viðgjørd. Útgangsstøði verður tikið í ”barnagarðinum” – upprunin til hendan uppalingarstovn, sum í dag er ein natúrligur partur av menningini hjá tí einstaka barninum í Føroyum. Hugt verður bæði at tí ástøðiliga og praktiska partinum og tí søguliga og samfelagsliga upprunanum til námfrøðiliga arbeiðið mí dag. Hetta verður síðan knýtt at tonkum og ástøði um børn og barndóm, ið hava ment seg upp gjøgnum tíðina. Ástøði hjá Roussseau, Frøbel, Montesorri og Reggio Emilia osfr. verða gjøgnumgingin. Støði verður tikið í: S.G: Olensen og L. Whalum: “Om pædagogiks teori og praksis”, Jens Bjerg í “Pædagogik en grundbog til et fag” og P. Ø. Andersen í “Læreplaner i børnehaven”. Námsfrøðilig mannfrøði: Tey lesandi skulu fáa grunnleggjandi vitan um námsfrøðiliga mannfrøði við at lýsa og greina faklig og empirisk viðurskifti, ið knýta seg at námsfrøðiligar/mannfrøðiligar kanningar. Námfrøðilig mannfrøði er mannfrøðilig gransking, ið er viðkomandi fyri námsfrøðiliga praksis og hugsan. Hugt verður nærri at serkenda kvalitativa háttalagnum í fakinum – t.d. eygleiðing, luttakandi-eygleiðing, feltarabeiði, hermeneutiskar samrøður osfr. Eisini verður sambandið millum empiri og ástøði í mannfrøði lýst við dømum úr granskingini. Læring: Síðan verður hugtakið læring viðgjørt, serliga í mun til læring á dagstovnaøkinum - læring og spæl, sosial læring og skipa og óskipað læring. Útgangsstøði verður tikið í tí læring, sum fer fram tá eitt barn byrjar á einum dagstovni – hvørji krøv og hvørjar vónir vera sett einum barnagarðsbarni og hvussu er tú eitt barnagarðsbarn? Og hvørjar prosessir fara í gongd tá eitt barn byrjar á einum stovni? Eisini verður eisini hugt at, hvat, skal til fyri at barnagarðsbørnini skulu kunna mennast og læra á teimum stovnunum, tey hoyra til. Hugtøk sum trivnaður, menning, umsorgan, tryggleiki, samspæl, relatiónir, inklusión/eksklusión verða viðgjørd. Í hesum sambandið verður Marte Meo tikið fram sum dømi um eitt námsfrøðiligt háttalag at lýsa sosialar læritilgongdirr – samspæl og relatiónir. Tað at arbeiða við viðurkennandi námsfrøði verður eisini tikið fram sum dømi um praktiskt arbeiðstól í mun til samspæl og relatiónir. Støði verður tikið í: Knud Illeris, Ivy Schousboe, Inger Bernth, Lasse Dencik, Charlotte Palludan, Jørgen Riber, R.P. McDermott og Pernille Rough Námsfrøði í praksis - at seta námsfrøðilig mál: Hetta evnið fara vit at taka upp aftaná at tey lesandi hava verið úti í starvslæru og sostatt hava fingið størri innlit í námsfrøðiliga arbeiði og fakið. Her verður komið inn á evni, sum tað at vera professionellur á einum stovni – professionellur/persónligur – hvat inniber tað at vera námsfrøðingur og hvat fyri handlimøguleikar hava námsfrøðingar í ymiskum støðum. Eisini verður koma inn á tað at seta námsfrøðilig mál og tað at arbeiða didaktiskt á dagstovnaøkinum. Hetta verður viðgjørt bæði ástøðiliga og við at taka evnið “mál og samskiftið – samskiftið við børn” upp. Støði verður tikið í: S G Olesen og L. Wahlum: “Om pædagogisk teori og praksis”, A.H. Stanek í “Faget pædagogik” og blaðgrein hjá Hildur Patursson: “Skal Pisa grýlan seta dagsskránna fyri børnini í barnagarðinum” Bourdieu og mentanarligur kapitalur: Ástøðið hjá Pierre Bourdieu, franskur útbúgvingar-sosiologur, verður viðgjørt við serligum denti á kapital-hugtakinum hjá Bourdieu. Mentanarligur, sosialur og súmbolksur kapitalur eru sera viðkomandi hugtøk fyri námsfrøðingar í dag. Ástøðið hjá Bourdieu verður eisini knýtt at rákum í námsfrøðini í seinmodernaðari tíð: Hvussu fræls eru vit tá vit velja okkum útbúgving, lærustovn og yrkisleið? Tey lesandi skulu nema sær vitan um útbúgvingar-sosiologisk granskingarevni og megna at reflektera yvir námsfrøðina sum mentan og umhvørvi, ið hevur virði, siðvenjur og lívsfatanir. Ung, miðlar og námsfrøði: Tey lesandi skulu her fata hvussu týðandi nýggir miðlar – t.d. alnetið – eru fyri uppaling og læring í modernaðum samfeløgum í dag. Tey lesandi skulu megna at greina leiklutin, ið miðlarnir hava í læringstilgongdini, bæði heima og á stovnum kring landið. Eisini skulu tey lesandi fáa grundleggjandi vitan um hvørjar avbjóðingar liggja fyri framman viðvíkjandi námsfrøðiligum arbeiði, tá hugsað verður um miðlar sum “hjálpitól” í frálæru og persónligari menning. Háttalag: Granskarin og sálarfrøðingurin Tóra Petersen kemur sum gestalærari inn at greiða teimum lesandi frá granskingarverkætlan um PTSD hjá føroyskum børnum og ungum. Tóra fer í sínari framløgu serliga at tosa um fyrireikingararbeiðið til verkætlanina og háttalagið, ið hevur verið brúkt. Málið er, at fáa tey lesandi at skilja hvussu námsfrøðiligar og sosiologiskar kanningar verða gjørdar, umframt at læra um avmarkingarnar, sum vísindaligar kanningar av hesum slag altíð hava. Eftirsum kanningin snýr seg um ungdóm, fara vit í undirvísingini í viku 11, at leggja dent á barndóm, ungdóm og sosialisatión. Spurningar um hvat, ið eyðkennir ungdómin í dag vera viðgjørdir Støði verður tikið í: S G Olesen og L. Wahlum: “Om pædagogisk teori og praksis” Didaktikkur: Didaktikkur sum hugtak og sum arbeiðsháttur verður viðgjørt leypandi gjøgnum undirvísingina hesa lestrarhálvuna. Undir evninum: Introduktión til pedagogik, verður didaktik sum hugtak viðgjørt. Undir evninum: Læring, verður didaktik viðgjørt í mun til hvussu læring kann skipast á einum dagstovni – skipa - ella óskipað læring. Undir evninum: Pedagogikkur í praksis - at seta pedagogisk mál: verður komið inn á didaktikkina tá tað at seta sær pedagogiks mál verður viðgjørt, í hesum føri mál og samskiftið sum tað pedagogiska málið. Námsætlanir vera eisini viðgjørdar her, eitt evnið sum við hava verið inni á í nærum hvørjum undirvísingartíma hetta tíðarskeiði.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísing í námsfrøði er á skránni tveir dagar um vikuna. Týsdag 4 tímar og hósdag 4 tímar. Mánadagur, mikudagur og fríggjadagur eru lesidagar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar og PBL. Vit fara at arbeiða við problembaseraði læring sum ein hátt at strukturera bólkaarbeiði enn betri, soleiðis at tey lesandi hava ein leist at ganga eftir í bólkaarbeiðinum. Hetta er eisini ein háttur, soleiðis at tey lesandi kunnu fáa royndir við at arbeiða í bólki, royndir sum tey kunnu brúka í tí pedagogiska arbeiðinum. Harumframt er tað soleiðis, at hvønn fríggjadag (og mikudag) frá kl. 8-11 fara tey lesandi út á ymiskar dagstovnar at eygleiða arbeiði á stovnunum. Eygleiðingarstaðið verður valt í neyvum samstarvi við lærararnar í náms- og sálarfrøði. Tvey, trý ella fýra lesandi eru í bólki. Endamálið við eygleiðingini er at fáa eitt neyvari samband millum ástøðiliga og verkliga partin í námsfrøðiútbúgvingini. Í sambandi við eygleiðingina er mannagongdin henda, at tey lesandi fáa ein spurning frá vegleiðarunum í vikuni tá tey skulu út at eygleiða. Saman við tí konkreta eygleiðingarspurninginum fáa tey lesandi eisini spurningar til starvsvegleiðarin úti á stovninum, soleiðis at tey hava møguleika til at fáa betri innlit í tað tey eygleiða sjálvi. Til næstu eygleiðing verður mett um tey lesandi skulu arbeiða víðari við tí fyrra spurninginum, um byggjast skal víðari á tann fyrra spurningin ella tey skulu fáa ein nýggjan spurning. (Viðmerking til Firouz: sum tú sært so eri eg í iva um hvat vit avtalaðu viðvíkjandi hasum eygleiðingarspurningunum)
Próvtøkuháttur
• Elektroniska loggbókin og afturvendandi samtalan við starvsvegleiðaran á Føroya læraraskúla skulu góðkennast av vegleiðaranum, áðrenn tann lesandi verður innskrivaður til próvtøku. • Eftir starvslæruna, sum er tíðarmerkt til 23/03/09 – 08/05/09, skulu tey lesandi skriva eina próvtøkuuppgávu. • Uppgávan verður ikki bert skrivað í námsfrøði men í felagsgreinini sálafrøði, námsfrøði og almennari didaktikk. • Uppgávan verður skrivað í bólki. • Tvey ella trý lesandi eru í hvørjum bólki. • Uppgávan skal onkursvegna taka støði í starvslæruni og mælt verður til, at tey lesandi, ið eru saman í starvslæru, eru saman um próvtøkuuppgávuna. • Tey lesandi skulu hava valt sær uppgávuevni í seinasta lagi fríggjadagin 20/3 kl. 14.00 (T.e. fríggjadagin í viku 12) • Uppgávan verður latin inn í seinasta lagi mánadagin 8/6-2009 kl. 14.00. (T.e. hósdagin í viku 23) • Uppgávan skal handast í fimm eintøkum. Innlatingarstað er skrivstovan á Føroya Læraraskúla. • Uppgávan skal verjast munnliga í viku 25. • Uppgávan skal ikki verjast einsæris. Bólkurin verjir uppgávuna. • Próvtalið er einstaklingsbundið. (Hetta merkir, at í ávísum føri kann próvdómarin loyva sær at geva lesandi, ið hava skrivað og vart somu uppgávu, ymisk próvtøl). • Um tvey skriva uppgávuna saman, skal uppgávan í mesta lagi verða 15 síður til longdar. (Hvør blaðsíða er 2400 tekn). • Um trý eru um uppgávuna skal uppgávan í mesta lagi verða 20 síður til longdar. • Vit nýta bæði innanhýsis og uttanhýsis próvdómarar. • Próvtøkan verður mett við próvtali eftir 13-stiganum. • Tá ið mett verður um uppgávuna og munnligu framløguna verður hugt eftir, (1) hvussu tey lesandi megna at nýta sálarfrøðilig, námsfrøðilig og frálærufrøðilig ástøði og hugtøk, tá ið tey svara trupulleikaorðingini, (2) hvussu tey lesandi megna at knýta ástøðiliga partin og starvslæruna saman. Harumframt verður hugt eftir, (3) hvussu tað hepnast teimum lesandi at skriva og skipa uppgávuna, (4) um tey lesandi nýta greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting. Og (5) um tey lesandi gera sær dælt av vísindaligum keldum og duga at nýta APA-tilvísingarskipanina. • Um so er, at ein lesandi fær 0, 3 ella 5 fyri sítt avrik, er avrikið ikki staðið. Tann lesandi skal í hesum føri skriva og verja uppgávuna umaftur. Nýtt evstamark verður avtalað við lærararnar í náms- og sálarfrøði.
Lestrarlisti
Andersen, P.Ø (2004):“Daginstitutionernes inhold og pædagogik i historisk belysning” í Læreplaner i børnehaven – baggrund og perspektiver. Kroghs Forlag (s.76 – 102) Bernth, Inger (1999): “Læring i kulturelt perspektiv” í Liv og læring i pædagogiske kontekster. BUPL (s. 48 – 65) Bjerg, Jens (2000): “Fortællinger om opdragelse og undervisning” í Pædagogik en grundbog til et fag. Hans Reitzels Forlag (s.23 – 59). Dencik, Lasse (2004): “Alle situationer er læresituationer” í Læreplaner i børnehaven – baggrund og perspektiver. Kroghs Forlag (s.122 – 141) Illeris, K. (2000): Læring. Í: Tekster om læring. Roskilde Universitets Forlag (s. 9-14) Olesen, S.G. & Wahlum, Lars (2008): “Om pedagogisk teori og praksis – introduktion til et fag”. VIA forlag. (Hetta er grundbókin hesa lestrarhálvuna. Bókin er 240 síður og tað er bert eitt kapittil 17 síður, sum eg ikki uppgevi.) McDermott, R. P. (1996): Hvordan indlæringsvanskeligheder skabes for børn. Í: Skolelivets Socialpsykologi. Unge Pædagoger (s. 81-117) Palludan, Charlotte (2004): “At være eller blive et kompetent barn – om sociale distinktionsprocesser i børnehaven” í Læreplaner i børnehaven – baggrund og perspektiver. Krogs Forlag (s.141-165) Patursson, Hildur (2008) “Skal Pisa grýlan seta dagskránna fyri børnini í barnagarðinum” Grein í Sosialinum 24 apríl 2008. Riber, Jørgen (2004): “Gennem forståelse til anerkendelse” í Anerkendelse i børnehøjde.Dansk Psykologisk Forlag (s. 55 – 85) Rough, Pernille (2002):“Marte Meo i praksis - bedre samspil ved egen kraft”. Socialpædagogisk Forlag (s.13-21, 27-47, 235 – 240) Scousboe,Ivy (1999): “Leg som læringsmedium” í Liv og læring i pædagogiske kontekster.BUPL (s.120 – 137) Stanek, A.H (2008): “Er der plads til pædagogik i praksis – om den pædagogikske opgave og de pædagogiske handlemuligheder” í Faget pædagogik. Billesø og Baltzer (s.412 – 430) Eriksen, T.H. & T.A. Sørheim. 2005. (kap.2) Kultur: Forskelle og ligheder mellem mennesker. Munksgaard Eriksen, T.H. & T.A. Sørheim. 2005. (kap.3) Kulturkontakt og etnicitet. Munksgaard Højlund, Susanne. 2004. Spørgsmål til et nyt forskningsfelt. in Madsen, Ulla A. (ritstj.) Pædagogisk antropologi – reflektioner over feltbaseret viden. Hans Reitzels Forlag Buhl, Mie. 2008. Pædagogisk antropologi – forandrende forbløffelser. in Krejsler, John, Niels Kryger & Jon Milner (ritstj.) Pædagogisk antropologi – et fag i tilblivelse. Danmarks Pædagogiske Universitets Forlag Krejsler, J. 2008. Pædagogisk antropologi og dens identitet – en skat der skal findes eller et værk der skal skabes? in Krejsler, John, Niels Kryger & Jon Milner (ritstj.) Pædagogisk antropologi – et fag i tilblivelse. Danmarks Pædagogiske Universitets Forlag Broady, D. 2000. Kapitalbegrebet som uddannelsessociologisk værktøj. in Bjerg, Jens (ritstj.) Pædagogik – en grundbog til et fag. Hans Reitzels Forlag Callewaert, Staf. Uddannelsesfilosofi. Frankfurtskolens kritiske teori og Pierre Bourdieus sociologi. in Bjerg, Jens (ritstj.) Pædagogik – en grundbog til et fag. Hans Reitzels Forlag Nielsen, Henrik Kaare. 2000.Pædagogikken og det moderne demokrati. in Bjerg, Jens (ritstj.) Pædagogik – en grundbog til et fag. Hans Reitzels Forlag Henriksen, Lars Skov. 2002. Sociale problemer og sociale afvigelser – sociologisk set. in Niklasson, Grit (ritstj.) Socialfag for pædagoger. Frydenlund Hansen, Finn Thorbjørn. 1998. Interkulturel pædagogik – fra kulturelle rødder til eksistentielle rødder. in Bisgaard, Niels Jørgen (ritstj.) Pædagogiske Teorier. Billesø & Baltzer Holmen, Anne & Christian Horst. 2008. På vej mod en interkulturel pædagogik i Danmark. in Krejsler, John, Niels Kryger & Jon Milner (ritstj.) Pædagogisk antropologi – et fag i tilblivelse. Danmarks Pædagogiske Universitets Forlag Skytte, M. 2002. Vilkår og udfordringer i det flerkulturelle samfund. in Niklasson, Grit (ritstj.) Socialfag for pædagoger. Frydenlund Eriksen, T.H. & T.A. Sørheim. 2005. (kap.8) Kultur og kommunikation. Munksgaard Nørgaard, B. 2003. Om Thomas Ziehe. in Olesen, Søren G. & Peter Møller Pedersen (ritstj.) Pædagogik i et sociologisk perspektiv. Forlaget PUC (Viborg-Seminariet) Knoop, Hans Henrik. 2006. Børn og maskiner. in Andersen, Peter Østergaard & Hans Henrik Knoop (ritstj.) Børns liv og læreprocesser – i det moderne samfund. Billesø & Baltzer Fuglsang, Esben & William Vonsild. 2000. Informationsteknologi og pædagogik. Indkredsning af et nyt felt. in Bjerg, Jens (ritstj.) Pædagogik – en grundbog til et fag. Hans Reitzels Forlag Mylov, P. 2000. Teorier i og om praksis. I Bjerg, Jens (ritstj.) Pædagogik – en grundbog til et fag. Mylov, P. 2000. Teorier i og om praksis. in Bjerg, Jens (ritstj.) Pædagogik – en grundbog til et fag. Hans Reitzels Forlag