7210.10 - Sálarfrøði fyri námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7210.10
Heiti
Sálarfrøði fyri námsfrøðingar
ECTS
15
Endamál
Undirvísingin í sálarfrøði er sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í námsfrøði og almennari didaktikk. Tey lesandi fara at hugsavna seg um partar av sálarfrøðiligari vísindi, ið eru serliga viðkomandi, tá ið ein skal arbeiða sum námsfrøðingur í vøggustovu og barnagarði. Holl vitan um hvat eyðkennir barnsins natúrligu búning og menning skal styðja og vegleiða tí einstaka lesandi, tá ið hesin í framtíðini skal leggja til rættis, fremja, eftirmeta og skjalfesta námsfrøðiligt arbeiði. Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu: 1. gerast greið yvir, hvat eyðkennir sálarfrøði sum vísindi, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepils í sálarfrøðiligari og námsfrøðiligari gransking 2. fáa holla vitan um, hvussu børn búnast og mennast, og hvussu ávikavist arvur (t.d. viðfødda sinnalagið) og umhvørvi (foreldur, námsfrøðingar, javnaldrar o.o.) ávirka hesa menning 3. gerast tilvitað um, hvussu sambandið millum málmenning og evnini at hugsa og fata eru tengd saman 4. fáa innlit í nøkur grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn læra, og hvat sermerkir lærugongdina hjá børnum í 0 – 6 ára aldri 5. gerast kunnug við kynsmun, kynsgransking og kynspedagogikk 6. duga at eygleiða barnaspæl og menna førleikan at skapa góðar spæliumstøður á vøggustovu og barnagarði
Innihald
Skeiðið er skipað í fimm partar. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. 1. Sálarfrøðin sum fakøki og vísindi 2. Menningarsálarfrøði 3. Mál og málmenning 4. Læringssálarfrøði 5. Kyn og kynspedagogikkur 6. Børn og spæl
Próvtøkuháttur
Eftir skeiðið skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda próvtøkuuppgávu/synopsu. Próvtøkuuppgávan/synopsan verður skrivað í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk og skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Próvtøkuuppgávan/synopsan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali. Spurdómsstýrda próvtøkuuppgávan/syposan skal verjast munnliga og verður mett eftir 13-stiganum. Vit nýta uttanhýsis próvdómarar.