7212.10 - Námsfrøði og almenn didaktikk fyri námsfrøðingar (1): Normaløki


Skeiðsnummar
7212.10
Heiti
Námsfrøði og almenn didaktikk fyri námsfrøðingar (1): Normaløki
ECTS
15
Endamál
Undirvísingin í námsfrøði og almennari didaktikk skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í sálarfrøði. Tey lesandi nema sær praktiska og ástøðiliga vitan um ávikavist námsfrøði og almenn didaktisk viðurskifti, sum hava týdning fyri og ávirkan á námsfrøðiliga økið og starvið sum námsfrøðingur. Dentur verður lagdur á, at tann lesandi fær eina grundleggjandi vitan um, hvussu til ber at samantvinna ástøði og praksis. Tann lesandi fær innlit í námsfrøðilig evni so sum uppaling og læring, dannilsi, útbúgving og sosialisering í samfelagsligum høpi og almenn didaktisk evni so sum at tilrættisleggja námsfrøðiliga arbeiðið á einum dagstovni, at arbeiða við námsætlanum og menningarætlanum, at arbeiða við eygleiðing, dokumentatión og eftirmeting. Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu fáa holla vitan um: • Hvat námsfrøði er, og hvat almenn didaktikk er sum fak. • Hvussu námsfrøði og almenn didaktikk verða lýst sum vísindagreinar. • Hvussu úrvaldir ástøðingar hava sett sín dám á námsfrøðina. • Hvussu hugtøkini uppaling, útbúgving og undirvísing verða allýst og avmarkað í dag. • Hvussu námsfrøðin hevur ment seg upp ígjøgnum tíðina – ástøðiliga, samfelagsliga og empiriskt. • Hvussu fatanin av børnum og barndómi er broytt gjøgnum árini, og hvussu broytingin hevur ávirkað virði, áskoðanir og endamál í námsfrøðiligum arbeiði. • Hvussu børn mennast og læra. • Hvønn týdning spælið hevur á menningina og læringina hjá barninum. • Hvussu námsfrøðingurin kann vera við til at skapa og tilrættisleggja eitt mennandi (lærings)umhvørvi fyri barnið og saman við barninum.
Innihald
Skeiði er býtt upp í fýra høvuðspartar. Fyrsti partur: • Her verður lagdur dentur á, hvat námsfrøði inniber sum fak og sum vísindagrein. • Dannilsishugtakið verður eisini inndrigið og viðgjørt í mun til upprunatýdning og í mun til, hvussu hugtakið verður lýst og nýtt í dag. • Støðið verður tikið í grundlegggjandi námsfrøðiligum ástøðum, so sum Rousseau, Grundtvig, Freinet, A.S. Neill, Dewey, Frøbel o.ø.. Annar partur: • Í hesum parti fara vit at hyggja eftir hugtakinum didaktikki við serligum atliti at barnagarðsøkinum. • Tey lesandi skulu læra at knýta ástøði og praksis saman. • Tá vit hugsavna okkum um læring verður støðið tikið í Piaget og Vygotsky og teirra læringshugsanum. Síðani verður komið inn á, hvussu læringshugsanin er broytt fram til okkara tíð. Vit fara m.a. at hyggja at læring út frá einum sosialkonstruktivistiskum perspektivi. • Viðgjørd verða eisini evni so sum: Nær læra børn? Hvussu læra børn? Og børn og spæl. • Námsætlanir á dagstovnum vera viðgjørdar • Hugtøk sum menniskjaáskoðan, barndómsáskoðan og reflektión í pedagogiskum arbeiði vera sentral í hesum parti. Í hesum sambandi fara við eisini at arbeiða við dagstovnalógini og barnarættindasáttmálanum hjá ST. Triði partur: • Hesin partur fer fyrst og fremst at snúgva seg um børn og barndóm út frá ymiskum ástøðiligum hugsanum. • Menningin frá barndómi til ungdóm verður eisini viðgjørd. Vit fara at eftirkanna, hvussu barna og ungdómsfatanin er broytt seinastu øldirnar. Høvuðsástøðingarnir eru Lars Dencik, Allison James, Chris Jenks & Alan Prout, Jan Tønnesvang, Jan Kampmann og Michel Foucault Fjórði partur: • Her er evni barnagarðspedagogikkur • Arbeitt verður út frá bókini “Lurtandi pedagogikk”, men ástøði, hugsanir og evni sum hava verið viðgjørd vikurnar frammanundan vera eisini inndrigin. • Reggio Emilia verður viðgjørt sum evni. • Onnur evni verða: Pedagogisk dokumentatión, tað at lurta og inndraga børn í pedagogiskt arbeiði, umhugsni (reflektión) í tí pedagogiska arbeiðinum, demokrati í pedagogiskum arbeiði og annað.
Próvtøkuháttur
• Tá ið skeiðið í námsfrøði og almennari didaktikk er lokið, skal hvør einstakur lesandi skriva eina frágreiðing, ið sigur frá, hvat skeiðið í námsfrøði og almennari didaktikk hevur snúð seg um. Henda frágreiðingin skal latast inn hósdagin 25/3 -2010 klokkan 12.00. Frágreiðingin skal vera 4 blaðsíður. • Eftir starvslæruna skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda próvtøkuuppgávu í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk. Uppgávan skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Próvtøkuuppgávan verður skrivað í bólki, og hon skal verjast munnliga. Um tvey lesandi skriva uppgávuna saman, skal uppgávan í mesta lagi verða 15 blaðsíður til longdar. Um trý lesandi eru um uppgávuna, skal uppgávan í mesta lagi verða 20 blaðsíður til longdar. • Tann lesandi fær staðið/ikki staðið fyri frágreiðingina. Vit nýta innanhýsis próvdómara. • Spurdómsstýrda próvtøkuuppgávan, ið verður skrivað í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk, skal verjast munnliga og verður mett eftir galdandi próvtalsstiga. Vit nýta uttanhýsis próvdómarar. Tá ið mett verður um spurdómsstýrdu próvtøkuuppgávuna og munnligu framløguna verður hugt at: • hvussu tey lesandi megna at nýta sálarfrøðilig, námsfrøðilig og didaktisk ástøði og hugtøk, tá ið tey svara trupulleikaorðingini • hvussu tey lesandi megna at knýta ástøðiliga partin og starvslæruna saman • hvussu tað hepnast teimum lesandi at skriva og skipa uppgávuna • um tey lesandi nýta greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting • um tey lesandi gera sær dælt av vísindaligum keldum og duga at nýta APA-tilvísingarskipanina