7218.09 - Menniskja, stovnur og samfelag


Skeiðsnummar
7218.09
Heiti
Menniskja, stovnur og samfelag
ECTS
15
Endamál
Hetta modulið lýsir við einum breiðum penslastroki samanhangir millum menniskja –einsæris og sum bólkur -, stovnsøki og samfelag. Somuleiðis verður samanspælið millum áhugapartarnar á námsfrøðiliga økinum viðgjørt, t.d. lógarvald, umsiting og áhugafeløg. Tað síðsta høvuðsevnið er samstarv, sum bæði verður viðgjørt innanhýsis millum námsfrøðingar og í mun til aðrar starvsbólkar. Modulið ger tey lesandi, á einum grundleggjandi støði, før fyri at avlesa og virka professionelt í tí høpi, sum tað dagliga námsfrøðiliga arbeiðið er treytað av. Samstundis er ætlanin at birta áhuga hjá teimum lesandi til at vilja vera við til at ávirka slík viðurskiftir konstruktivt í føroyska samfelagnum. Aftaná skeiðið eru tey lesandi før fyri - at skilja týdningin av samfelagsligu og stovnsligu samanhangunum fyri menniskjað, námsfrøðiliga økið og námsfrøðiliga yrkið í einum demokratiskum samfelagi. - at nýta tey ástøði, hugtøk og teir arbeiðshættir, sum vanliga verða nýtt til at greina samanspælið millum menniskja, stovnsøki og samfelag. - at nýta vitan frá gransking til at samstarva meira professionelt við starvsfólki innanhýsis og úr øðrum starvsbólkum. - at arbeiða “professionelt” út frá galdandi lógum og ásetingum. - í størri mun at gera eitt kvalitativt interview eftir vísindaligum fortreytum.
Innihald
Kannað verður hvønn leiklut menniskju sum einstaklingar og bólkar hava í samfelagum – bæði tjóðarliga og altjóðaliga. Serliga verður samanspælið millum pedagogar, brúkarar, avvarðandi, embætisfólk og politikarar kannað. Síðani verður kannað, hvussu pedagogiska arbeiðið er treytað av umstøðum sum t.d. søguligum tilgongdum, fysiskum karmum, politiskum hugsanum, fíggjarumstøðum og “bygnaðarbroytingum”. Ljós verður varpað á samstarv og leiðslu millum pedagogar innanhýsis og at kannað samstarv við aðrar fakbólkar. Innihaldið lýst í høvuðsevnum er: samfelag, søguligar gongdir innan socialpolitikk og stovnsøki, vælferðarstatur, politikkur, lógarverk, stovnsmentan og leiðsla. Somuleiðis er eitt høvuðsevni samanspæl og samstarv millum brúkarar, avvarðandi, fólk frá umsiting, námsfrøðingar og fólk úr øðrum starvsbólkum, sum arbeiða við børnum, ungum og á serstovnum. Í undirvísingini verður dentur áhaldandi lagdur á samanhangir, samanspæl og samstarv ímillum omanfyri nevndu høvuðsevnir.
Próvtøkuháttur
Skrivliga uppgáva verður gjørd av tveimum lesandi í felag. Uppgávan skal vera í mesta lagi 15 síður, og 13-tals próvstigin verður brúktur til dømingina. Dømt verður eftir, hvussu uppgávan flættar saman tilfar frá samrøðum við námsfrøðingar og/ella onnur. Samstundis verður kannað um analýsurnar eru gjørdar út frá viðkomandi ástøði bygt á vísindaligt grundarlag. Uppgávan skal prógva, at tey lesandi hava fingið eitt breitt grundstøði út frá nevndu førleikunum omanfyri - samstundis sum roynt verður at fara í dýpdina við útvaldum evni.