7220.09 - Mál, mentan og siðsøga


Skeiðsnummar
7220.09
Heiti
Mál, mentan og siðsøga
ECTS
15
Endamál
Endamálið við skeiðnum er tríbýtt. (1) Tey lesandi skulu fáa innlit í nøkur høvuðshugtøk í málvísindum og gerast kunnug við týdningarmikil ástøði, ið siga frá, hvussu børn læra móðurmálið. (2) Tey lesandi skulu kunna seg við tey skaldskaparsløg, sum við felagsheiti verða rópt Skaldskapur av manna munni: Sagnir, ævintýr, skjaldur, kvæði, tættir, orðtøk og gátur. Tey skulu gerast kunnug við eyðkenni fyri hvørt skaldskaparslag sær og fáa innlit í søguna hjá hesum skaldskaparsløgum altjóðaliga, og tá ið um føroysk viðurskifti ræður. Umframt skulu tey kunna seg við hugtakið Siðmentan. Og (3) tey lesandi skulu læra um røddina og um at nýta røddina, um frásøgukynstur, dans og dansispøl, og tey skulu sjálv royna frásøgu, dans og dansispøl í verki.
Innihald
Skeiðið er skift sundur í tríggjar sjálvstøðugar og tó samfastar partar. Í fyrsta parti verður arbeitt við máli sum heimsspekiligt fyribrigdi. Tey lesandi fara at kunna seg við, hvønn týdning málið hevur sum samskiftismiðil, og hvønn týdning málið hevur sum samleikagerð. Harnæst verður hugt eftir, hvussu móðurmálið verður nýtt í heimi, á stovni og í skúla. Í øðrum parti verður sjónarhornið snarað soleiðis, at tey lesandi gerast tilvitað um ta mentanarsøgu, sum føroyskt mál og føroysk frásagnarlist er sprottin úr. Hesin partur byrjar við innleiðslu í evnið Skaldskapur av manna munni. Roynt verður at finna fram til tær ymsu skilmarkingarnar av skaldskaparsløgunum innan hesa høvuðsgrein, og roynt verður at gera eitt yvirlit, so pedagoglesandi fáa innlit í, hvat ið er at finna av tilfari innan hvørt skaldskaparslagið, og hvar ið tað er at finna á prenti. Nomið verður við eyðkenni, hvørt einstakt skaldskaparslag hevur, og støðu tess í almenninum í skiftandi tíðum. Í triðja parti læra tey lesandi um røddina, og hvussu hon verður nýtt. Somuleiðis verður nortið við frásøgnina, bæði tá ið sagt verður frá sagnum og ævintýrum, og tá ið skjaldur, kvæði, tættir verða framførd. Ein partur av skeiðnum er starvslærukendur, við tað at arbeitt verður við hesum skaldskaparsløgum saman við børnum um 6-7 ára aldur.
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin verður skipað sum munnligar bólkaframløgur, har tey lesandi draga inn ástøðiliga og verkliga partin. Nýtt verður innanhýsis eftirmeting. Givnar verða metingarnar: staðið/ikki staðið. Tá ið mett verður um framløgurnar, verður hugt at • Hvat innlit tær geva í hesi skaldskaparsløg og støðuna hjá hesum skaldskaparsløgum • Hvussu tey lesandi duga at skipa eina samanhangandi framløgu av hesum slag • Hvussu framløgan tekur atlit til tann málbólk, ið hon er hugsað at venda sær til • Hvussu tann einstaki lesandi brúkar rødd og kropsburð í frásøgn síni • Hvussu málburðurin í framløgunum er
Ábyrgd
Árni Dahl