7530.13 - List og mentan


Skeiðsnummar
7530.13
Heiti
List og mentan
ECTS
15
Endamál
At tey lesandi ogna sær praktiskar førleikar og ástøðiliga vitan í at arbeiða við ymiskum listarligum sjangrum í samband við estetiskar lærutilgongdir. Og at tey lesandi ogna sær royndir og førleikar at flyta dagligt virksemi inn í eitt kreativt rúm.
Innihald
• Frásøgn í ástøðiligum, søguligum og pratiskum høpi. • Námsfrøði og didaktisk háttaløg innan tónleik • Grundleggjandi ástøðið og amboð innan dramaturgi • Listarligt arbeiði í verki • Ávegis eftirmetingar • Starvslæra Ein týðandi táttur er at arbeiða við at skapa tað estetiska rúmið - í søgu, í tónleiki og í drama. Arbeitt verður við narratologi og granskingargrundaðum frásøgufrymlum, við kompositión og dramaturgi. Tað er eisini umráðandi at ogna sær amboð og vitan um, hvussu man arbeiðir við fiktiónini. Skift verður javnan millum ástøðiligt arbeiði við grundleggjandi hugtøkum – og so tað praktiska og ítøkiligt kreativa.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar/framløgur, venjingar, kjak, bólkaarbeiði við framløgum, skrivlig avrik í bólki og einsæris, fyrireiking, fremjing og eftirmeting av verkætlanum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi verða førur fyri at brúka sína vitan og royndir innan útinnandi listir í tí dagliga virkinum sum námsfrøðingur, tvs. at tann lesandi skal duga at: 1. Greiða frá grundleggjandi hugtøkum innan frásøgulist og duga at brúka tey sum amboð í tí praktiska og kreativa arbeiðinum. 2. Skapa eitt estetiskt rúm 3. Greiða frá og meta um lærutilgongdir innan tónleik og sjónleik 4. Vísa, at hann hevur førleika og sjálvsálit at finna uppá og skipa fyri verkætlanum, bæði í skipaðum og meira leysum høpi. 5. Reflektera yvir egna lista- og mentanarfatan og vísa, at hann, saman við børnum, dugir at møta teimum mentanartilboðum, sum eru.
Próvtøkuháttur
Próvtøkuhátturin er ein synopsa og ein praktisk estetisk verkætlan, sum skal gjøgnumførast í starvslæruni, og ein munnlig próvtøka við kjaki og spurningum við støði í synopsuni og verkætlanini. Lesandi kunnu arbeiða einsæris ella í bólki. Nærri lýsing um próvtøkuháttin verður givin í serstøkum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlistan við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Dánjal Dam á Neystabø