7531.13 - Estetiskar lærutilgongdir og kreativitetur


Skeiðsnummar
7531.13
Heiti
Estetiskar lærutilgongdir og kreativitetur
ECTS
15
Endamál
Endamálið við hesum skeiðið er at lesandi ogna sær vitan um grundleggjandi vísindalig ástøði og háttaløg, sum snúgva seg um estetiskar lærutilgongdir og kreativitet, hvønn leiklut hesi hava í tilverumensku, dannilsi, menning og læring hjá menniskjum, og hvønn leiklut námsfrøðingurin kann hava í hesum sambandi.
Innihald
• Estetikkur í vísindaligum høpi • Hugtakið estetikkur í mun til vitan, læring og sannkenning • Kreativitetur og refleksivitetur • Estetiskar lærutilgongdir og og kreativitetur í didaktiktiskum høpi • Leikluturin hjá námsfrøðingum í samband við barnsins egna kreativitet • Spæl, menning og læring - óformellar og formellar lærutilgongdir. • Børn og listarligt virksemi í didaktiskum perspektivi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar/framløgur, kjak, bólkaarbeiði við framløgum, skrivlig avrik í bólki og einsæris, fyrireiking, fremjing og eftirmeting av verkætltanum innan estetiskar lærutilgongdir.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at vísa, at hann : • skilir grundleggjandi vísindalig kjarnuástøði innan estetiskar lærutilgongdir og kreativitet. • dugir at seta estetiskar lærutilgongdir, kreativitet og barnsins egnu mentan inn í ein didaktiskan samanhang • dugir at fyrireika, gjøgnumføra og kritiskt eftirmeta estetiskar lærutilgongdir
Próvtøkuháttur
Próvmetingin er ein einsæris spurdómsstýrd uppgáva, sum skal taka støði í starvslæruni . Nærri kunning um krøvini til uppgávuna verða givin í serstøkum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlistan við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Paulina Marjun Poulsen