7533.11 - Lærutilgongdir og ástøði: Reggio Emilia og søgutráður


Skeiðsnummar
7533.11
Heiti
Lærutilgongdir og ástøði: Reggio Emilia og søgutráður
ECTS
10,5
Endamál
Tey lesandi skulu ogna sær innlit í ástøði og háttaløg, sum liggja til grund fyri pedagogisku háttaløgunum Reggio Emilia og Søgutráður. Tey lesandi skulu ogna sær grundleggjandi vitan um, hvørji vísindalig ástøði og hvørja fatan um børn og kreativitet hesir hættir byggja á. Harumframt skulu tey ogna sær vitan um og førleikar í didaktiskum arbeiðshættum og praktiskum virksemi innan hesi øki.
Innihald
Arbeitt verður bæði ástøðiliga og praktiskt/handaligt. Ástøðiliga verður støðið tikið í tekstum, sum viðgera hesi háttaløg og kreativitet, innovatión og skapandi virksemi. Praktiskt/handaligt verður arbeitt við praktiskum royndum á ein fjølbroyttan, reflekterandi, eksperimenterandi, kreativan og innovativan hátt. Arbeitt verður m.a. við hesum økjum: • Ástøði, didaktikk og handaligt/praktiskt virksemi við íblástri frá Reggio Emilia pedagogikkini. • Ástøði, didaktikk og handaligt/praktiskt virksemi við íblástri frá pedagogikkini Søgutráður
Próvtøkuháttur
Eitt fakligt essay, munnlig framløga saman við ávísingum til verkliga tilgongd í bólki á í mesta lagi 3 lesandi. Nærri lýst í serstøkum skjali.
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalisti: Barsotti, Anna (1998). D-linger Robin Hoods Flitsbue. Et kommunikationsprojekt fra Børnehaven Diana i Reggio Emilia. Frederikshavn: Forlagið Dafolo (90 s.) Falkenberg, Cecilie & Håkonsson, Erik (2000). Storylinebogen – en håndbog for undervisere. Keypmannahavn: Krogs forlag (315 s.) Gjems, Liv (2009). Hvad lærer børn når de fortæller. Børn læreprocesser gennem narrativ praksis. Frederikshavn: Dafolo (140 s.) Häikiö, Tarja (2007). Barns estetiska läroprocesser. Atelierista i førskola och skola. Gøteborg:Gøteborgs Universitet (360 s.) Kjær, Alice (2010). Projektarbejde med børn i daginstitutionen. Fra fascination til fordybelse. Frederikshavn: Dafolo (110 s.) Lindegaard, Gyde & Filtenborg, Dorthe (2005). Storyline-metoden i børnehaven. Frederikshavn: Forlagið Dafolo (90 s.) Löfstedt, Ulla (2001). Förskolan som lärandekontext för barns bildskapande. Göteborg: Acta Universitatis Gothoburensis. (220 s.) Samling, Ingrid Pramling og Carlsson, Maj Asplund (2008). Det lekande lärande barnet i en utvecklingspedagogisk teori. Stockholm: Forlagið Liber (226 s.) Wallin, Karin (2004). Reggio Emilia og de hundrede sprog. Frederikshavn: Dafolo (83 s.) Tíðarrit: Børn i Europa. Fag og mangfoldighed. Nr. 6 2004. Tema: At balancere på silketråd. Reggio Emilias vuggestuer og børnehaver. Kann takast niður á heimasíðuni hjá BUBL: www.bubl.dk Útgivið við stuðli frá Bernard van Leer Fundation. Tidsskrift for Børne-& Ungdomskultur nr. 51. Tema: Kunsformidling for og med børn og unge. Odense: Syddansk universitetsforlag.