7539.13 - Estetiskar lærutilgongdir og náttúran


Skeiðsnummar
7539.13
Heiti
Estetiskar lærutilgongdir og náttúran
ECTS
15
Endamál
At tey lesandi ogna sær førleikar í at arbeiða við náttúruni og náttúrufyribrigdum sum fakligum og námsfrøðiligum grundarlagi í sambandi við estetiskar lærutilgongdir.
Innihald
• Livandi náttúran í djóra- og plantulæruni • ólívrunnin náttúrfyribrigdi, t.d. um grót og steinar, veðrið og veðurlag, polarljós jarðfrøði • onnur viðurskifti sum vistfrøði, umhvørvi, heilsa. • námsfrøði og fakdidaktikk innan náttúruvísindi, herundir m.a. Steiner Waldorf ástøðið um estetikk og náttúru, og Reggio Emillia og pedagogisk dokumentatión Náttúruvísindalig søvn eru partur av hesum skeiði. Kannað verður, hvussu framkomin søvn nýta ymiskar lærutilgongdir, herundir estetiskar, at lýsa livandi heimin og ólívrunnin náttúruviðurskifti. Farið verður á náttúrugripasøvn og náttúruvísindalig søvn fyri at læra, hvussu tey leggja til rættis tiltøk fyri ymsum aldursbólkum, har tey lesandi m.a. hava fokus á, hvørjar leiklutir luttakarar hava í savnstiltøkunum, serliga í hvønn mun børn fáa møguleikar at eksperimentera sjálvi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar/framløgur, venjingar, kjak, bólkaarbeiði við framløgum, skrivlig avrik í bólki og einsæris, ekskursiónir og fyrireiking, fremjing og eftirmeting av verkætlanum innan estetiskar lærutilgongdir og náttúruna.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at leggja til rættis, gjøgnumføra, dokumentera og eftirmeta estetiskar lærutilgongdir sum taka støði í náttúruni, náttúrufyribrigdum og náttúruupplivingum, t.v.s., at tann lesandi skal duga at: • greiða frá, og at brúka faklig og fakdidaktisk hugtøk frá náttúruvísindunum og estetiskum læringsástøðum • nýta sansing, uppliving og sannkenning í samspælinum millum náttúruna (tað “objektiva”) og barnið (tað “subjektiva”) sum gróðrarbotn fyri estetiskum lærutilgongdum • nýta náttúrusøvn og -framsýningar sum lið í estetiskum lærutilgongdum • samrøða við børnini, og við kritiskari djúphugsan (refleksión) meta um læruúrslit barnanna, og at nýta hesi úrslit til víðari menning.
Próvtøkuháttur
Metingin er munnlig, við støði í skrivligari synopsu.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlistan við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Erla Olsen