7546.12 - Spæl og læring


Skeiðsnummar
7546.12
Heiti
Spæl og læring
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi hevur staðið 1. og 2. lestrarár á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu: • Gerast tilvitað og skilja sambandið millum spæl og læring. • Ogna sær vitan um læru- og spælitilgongdir, ið eru miðdepils á ítróttar- og rørsluøkinum.
Innihald
Skeiðið er skift sundur í 6 partar. (1) Búningarástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn búnast, mennast og vaksa). (2) Spæliástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hví børn spæla, og hvussu spæl ávirkar likamligu menningina og sosiala førleikan hjá barninum). (3) Læringsástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá sambandinum millum spæl og læring). (4) Spælimøguleikar – nær, hvar og hvussu? (5) Ymisk spøl (Útispøl, bóltspøl, sang- rørsluspøl, sansaspøl, spøl, ið stimbra grovmotorikkin, spøl, ið stimbra fínmotorikkin, at spæla í vatni, at spæla í bøi, haga og fjøru, spælihjólið. Osfr..) (6) Upphiting
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 12 tímar um vikuna í 7 vikur. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og bólkaarbeiði. Størsti parturin eru verkligar íðkanir. Tey lesandi fáa smærri verkligar uppgávur at gera undirvísingarskráir hóskandi til málbólkin Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu lesandi: • Duga at nýta grundleggjandi amboð, ið eru partur av ítróttar- og rørslufakinum. • Duga at leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og skjalprógva eina læru- og spælitilgongd, ið hevur til endamáls at menna rørsluførleikan hjá einum ávísum málbólki. (Tað kann t.d. vera børn, ið ganga annaðhvørt á dagstovni ella í barnagarði). • Megna at leggja virksemi til rættis, ið bæði mennir heilsustøðu, sosiala førleikan og dagliga trivnaðin hjá einum útvaldum málbólki.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er sett saman av einum ástøðiligum parti og einum verkligum parti. Ástøðiligi parturin er ein spurdómsstýrd uppgáva, sum verður nærri lýst í sjálvstøðugum skjali. Verkligi parturin verður mettir eftir virknu luttøku í undirvísingini. Próvdøming Innanhýsis próvmeting Tá ið mett verður um próvtøkuuppgávuna verður hugt at: • Um tey lesandi megna at draga ástøði, hugtøk og sjónarmið um læring, spæl, ítrótt, heilsu og rørslu inn í uppgávusvarið. • Um tey lesandi eru før fyri at leggja eina didaktiska ætlan, ið hevur til endamáls at menna t.d. motoriska førleikan, ítróttaliga førleikan, heilsustøðuna og heilsutilvitskuna hjá einum útvaldum málbólki. (Málbólkurin kann vera vøggustovubørn, barnagarðsbørn, fólk, ið búgva á sambýli ella bústovni. Og onnur.) • Um tey lesandi hava skrivað ein samanhangandi tekst, har tey nýta greiðan málburð og setningsbygnað og rætta stavseting. • Um tey lesandi hava nýtt vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipanina.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Jógvan Jensen