7547.12 - Børn og rørsla


Skeiðsnummar
7547.12
Heiti
Børn og rørsla
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi hevur staðið 1. og 2. lestrarár á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi: • ogna sær vitan um sambandi millum kropsligt, sálarligt og sosialt virksemi. • ogna sær verkligan og ástøðiligan kunnleika um, hvussu vit serliga nøkta tørvin á rørslu hjá børnum og ungum og hvussu vit menna nattúrligu rørslurnar eisini at siga frá við. • ogna sær kunnleika um uppalingarmøguleikar hjá børnum og ungum , hvussu tey so eru útborin. • gjøgnum kropsligar íðkanir nema teir møguleikar, sum tílíkt virksemi gevur.
Innihald
Í tí ástøðiliga partinum verður arbeitt við: • Vødda-, venjingar- og rørslulæru • Fiti – serliga børnum, ið viga ov nógv • Ítróttarbarnagørðum • Motoriska umhvørvinum á stovnum Í verkliga partinum verður arbeitt við: • Grundleggjandi rørsluførleikum (renna, hoppa, ganga, sveiggja, bólta rút, klatra. Osfr..) • Frælsari ítrótt - sæð við barnaeygum (lop og køst) • Amboðsfimleiki (amboðsbreytir og rørslubreytir) • Ítrótt fyri brekað • Smáspølum við bólti • Rørsluumhvørvi og tess møguleikum í samband við stovn/ vøggustovu/ barnagarð
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 15 tímar um vikuna. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og bólkaarbeiði. Størsti parturin er verkligar íðkanir. Tey lesandi fáa uppgávur, ið snúgva seg um ítróttarbarnagarðar. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Skeiðið er skift sundur í tveir sjálvstøðugar og tó samfastar partar – ein ástøðiligan part og ein praktiskan/didaktiskan part. Endamálið við ástøðiliga partinum er, at tey lesandi skulu: • verða før fyri at grunda yvir grundleggjandi spurningar, ið snúgva seg um, hvønn týdning heilsa og ítrótt hava í nútíðarsamfelagnum • vísa, at tey hava holla vitan um undirvísing í grundvenjing og grundleggjandi motoriskum hegni Endamálið við praktiska/didaktiska partinum er, at tey lesandi skulu: • duga at nýta bóltspøl at stuðla upp undir heilsu, sosiala læring og samstarv • verða før fyri at nýta stóru amboðini í eini fimleikarhøll/ítróttarhøll • megna at leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og broyta venjingar (tiltøk, skeið, ítróttardagar o.a.) í mun til ein ávísan málbólk
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er sett saman av einum ástøðiligum parti og einum verkligum parti. Ástøðiligi parturin er ein spurdómsstyrd uppgáva, sum verður nærri lýst í sjávstøðugum skjali. Verkligi parturin verður mettir eftir undirvísingarførleika við børnum sambært skrá 20min. Tey lesandi velja sjálv evni og spurdóm. Tað er tó ein treyt, at evnið sampakkar við tey temu, ið eru viðgjørd hetta skeiðið. Lærararnir góðkenna evnið og spurdómin. Uppgávan kann skrivast annaðhvørt í bólki ella einsæris.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jógvan Jensen